Framskunda ætlanina at gera Eysturoyartunnilin

UNDIRSJÓVARTUNNIL Landsstýrismaðurin í innlendismálum kannar nú um tað ber til at gera undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy skjótari enn ætlað

Nú verður roynt at framskunda ætlanina at gera undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy.
Hendan samgongan hevur avgjørt, at Eysturoyartunnilin, ella Skálafjarðartunnilin, sum hann vanliga verður nevndur, skal bjóðast út í 2014.
Men nú sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, at hann fer at royna at finna útvegir fyri at hetta kann framskundast eitt sindur, kanska eitt ár.
Samgongan hevur samtykt at seta seks milliónir av á fíggjarlógini fyri 2013 og aðrar seks milliónir av í 2014 at gera fyrireikingararbeiðið liðugt.
Men landsstýrismaðurin staðfestir, at í ár fer peningur at leypa av í sambandi við onkrar verkætlanir, sum tað ikki eydnast at seta ígongd so skjótt sum ætlað.
Hann sigur, at tað er greitt, at í sambandi við skúladepilin í Marknagili, verður ikki allur peningurin brúktur, sum er avsettur í ár, og tað sama ger seg galdandi í sambandi við ætlanina at byggja bústovnar til fólk við serligum tørvi í Eysturoy og í Norðoyggjum.
Og nú fer hann at royna at fáa politiska undirtøku fyri at flyta ein part av hesum avlopinum í ár til Eysturoyartunnilin og so at minka játtanina næsta ár tilsvarandi.

Privat verkætlan
Samgongan er samd um, at Eysturoyartunnilin skal verða ein privat verkætlan.
- Ætlanin er at bjóða hann út ímillum privat feløg at kappast um, sigur Kári P. Højgaard.
Og peningurin, sum tað almenna játtar til ætlanina, skal brúkast til at gera allar forkanningar lidnar og annars at fáa nágreiniligar kostnaðarmetingar og alt annað neyðugt talgrundarlag til vega.
- Hetta eru upplýsingar, sum tað er neyðugir, so at feløg kenna fortreytirnar, tá ið tey skulu meta um, antin tey vilja bjóða seg fram og skulu útvega fígging til arbeiðið, sigur Kári P. Højgaard.
Í hesum sambandi hevur privata felagið, sum upprunaliga ætlaði sær undir arbeiðið, eisini útvegað ein hóp av upplýsinum og tilfari.
Og nú verða samráðingar við felagið um at keypa teir upplýsingarnar.
Ber tað ikki til, mugu teir útvegast av nýggjum.
Men peningurin, sum tað almenna brúkar, skal so roknast upp í arbeiðið, so at tað almenna fær peningin aftur, tá ið verkætlanin verður gjørd.
Kári P. Højgaard sigur, at enn er ikki avgjørt, hvussu tað verður bjóða út til privatar fyritøkur og sostatt er ikki sagt, at felagið, sum upprunaliga bjóðaði seg fram, fær arbeiðið.
Men sjálvandi skal tað felagið eisini hava møguleikan at bjóða seg fram, leggur hann afturat.

Onki alment veðhald
Hinvegin sigur hann, at tá ið avgerð er tikin um, at tað skal bjóðast út til privat feløg, er tað sjálvsagt tí, at samgongan vil hava ætlanina setta í verk.
Felagið, sum ætlaði at gera tunnilin, kláraði ikki at útvega fígging til ætlanina og tíðirnar eru kanska ikki batnaðar síðani. Hví hava tit vónir um, at tað nú fer at eydnast einum privatum felag at útvega fígging?
- Hetta ber tað ikki til at siga nakað um enn. Men tá varð verkætlanin ikki boðin út. Tað verður hon nu og tað víðkar sjónarringin rættiliga nógv. Tað eru peningasterk feløg kring heimin, sum kanska halda, at hetta er ein áhugaverd verkætlan. Spurningurin er kortini um hendan verkætlanin er nóg stór til eitt skapa áhuga hjá einum stórum útlendskum felag, men tað fáa vit at síggja.
Men kann tað hugsast, at landskassin fer at veðhalda fyri fíggingini til eitt privat felag?
- Nei, tað, sum liggur í kortunum er, at hetta skal vera ein privat verkætlan burturav, uttan at tað almennir hevur nakran sum helst leiklut.
Nú hevur Landsverk víst á, at verður tunnilin privatur, verður hann eini 40% dýrari enn hevði verið um tað almenna ger hann. Tað fer eisini at gera tað væl dýrari at koyra ígjøgnum hann. Hví tvíheldur samgongan kortini um, at hann kortini skal vera privatur?
- Tað, eg upprunaliga legði upp til, var at leggja øll tunnilsfeløgini í sama felag. Norðoyatunnilin og Vágatunnilin verða útgoldnir í næstu framtíð, men mín ætlan var so, at framhaldandi inntøkur frá teimum skuldu brúkast at fíggja aðrar útbyggingar við, eitt nú Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
- So skuldi tað vera tað almenna, sum stóð fyri útbyggingunum.
- Men tað vann ikki frama í samgonguni og tí verður Eysturoyartunnilin ein privat verkætlanin.
Kári P. Højgaard leggur afturat, at støða er ikki til til, hvat skal henda, ber tað privata heldur ikki á mál hesuferð. Men tá er kanska grundarlag fyri at venda aftur til ætlanina um at leggja allar tunlarnar í eitt felag.
Hinvegin staðfestir Kári P. Højgaard eisini, skal tað almenna gera Eysturoyartunnilin, verður tað samstundis landskassin, sum skal standa við endan og veðhalda fyri ætlanina.
- Tað kann fáa avleiðingar fyri okkara kredittvirði uttanlands og tað kann føra til rentuhækkingar.
- Men verður ætlanin privat, verður landskassin fullkomiliga leysur av henni, sigur landsstýrismaðurin.
Nú verður eisini tosað um ein Sandoyartunnilin. Liggur tað ikki í hesum, at Eysturoyartunnilin verður gjørdur fyrst og so má Sandoyartunnilin bíða til hann er liðugur. Ella ber tað til at fara undir tvær so stórar verkætlanir ísenn?
- Spurningurin er, hvussu veruleikakent tað er at fara undir tvær so stórar útbygginingar í senn. Men verður Eysturoyartunnilin privat, verður hann fullkomiliga uttanfyri landskassan, er tann møguleikin kortini til staðar, sigur Kári P. Højgaard.

40% dýrari

Landsverk hevur víst á, at verður Eysturoyartunnilin privatur, verður hann eini 40% dýrari enn hevði verið um tað almenna ger hann. Tað fer eisini at gera tað væl dýrari at koyra ígjøgnum hann.
Tilsamans fer ein privatur tunnil at verða einar 400-800 milliónir dýrari at gera enn ein almennur, alt eftur rentustiginum, eins og tað fer at verða 15 krónur dýrari at koyra ígjøgnum hann.
Vit spurdu Kára P. Højgaard, landsstýrismann, hví samgongan kortini tvíheldur um, at hann skal vera privatur?