Framskunda arbeiðið at gera nýggjan Hvalbiartunnil

Nú skulu seinastu fyrireikingarnar gerast, so at tað er klárt at bora

 

Arbeiðið at gera nýggjan Hvalbiartunnil, skal framskundast. Tað heldur samgongan.

 

Eftir ætlan skuldi farast undir nýggjan tunnil til Hvalbiar í 2017, men nú Viðareiðistunnilin verður liðugur eitt ár fyrr enn ætlað, er eisini ætlanin at framskunda ætlanina at gera nýggjan Hvalbiartunnil.

 

Og nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal samtykkjast, er ætlanin at játta pengar til at gera tær seinastu fyrireikingarnar, so at tað verður klárt at bora.

 

Samgongan sigur, at tær fyrireikingarnar, sum eru eftir at gera, áðrenn tað er klárt at bora, er at projektera tunnilin, fáa lendi til vega, umframt at gera seinastu jarðfrøðiligu kanningarnar.

 

Tað verður mett til at kosta fimm milliónir krónur og landsstýrið vil nú hava Løgtingið at játta ta upphæddina, so at alt tað fyrireikandi arbeiðið kann gerast liðugt næsta ár.

 

Annars eru Landsverk og hvalbingar ikki samd um, hvussu linjan skal liggja.

 

Landsverk hevur lagt nýggja tunnilin stutt frá tí verandi tunlinum. Men bygdaráðið í Hvalba vil hava, at tunnilin skal liggja lægri, og at tunnilsmunnin verður longri úti í Trongisvági, so at tann drúgva brekkan úr Trongisvági, niðan til tunnilin, verður væl styttri enn hon verður, verður tunnilin lagdur, har Landsverk vil.

 

Eftir ætlanini hjá Landsverk, verður talan um ein tunnil upp á 2,2 kilometrar, umframt 5,1 kilometur av vegi.

 

Í Trongisvági verður tunnilsmunnin í 150 metra hædd, og Hvalbiarmegin verður tunnilismunnin í 70 m hædd.

 

Eftir uppskotinum hjá bygdaráðnum í Hvalba, verður  tunnilin longri, og vegurin styttri. Men tann loysnin verður bæði dýrari at gera, og dýrari at reka, sigur Landsverk.

 

Á myndini vísir tann hvíta strikan, verandi tunnil, tann reyða strikan vísir, hvussu Landsverk vil hava tunnilin, og tann reyðbláa strikan vísir, hvar hvalbingar vilja hava tunnilin. Tunnilin er tann parturin av strikuni, sum er brotin.