Framsýningin Veiðimentan í Útnorði verið í Nuuk

Framsýningin Veiðimentan í Útnorði er nú eisini at síggja í Grønlandi. Framsýningin var í Norðurlandahúsinum í fjør summar, tá ikki færri enn 12.000 fólk vitjaðu framsýningina í fjúrtan dagar. Tá gav forlagið Sprotin eisini út umfatandi bók, sum á donskum og enskum lýsti evnið veiðimentan í Útnorði.
Tað er Edward Fuglø, sum hevur sniðgivið, og Birgir Kruse, sum hevur samskipað framsýningina.
Fríggjadagin 6. juni lat framsýningin so upp í norðurlendska stovninum NAPA í Nuuk, og hon lat aftur sunnudagin 22. juni. Hon hevur áður verið í Hetlandi, Írlandi og Íslandi.
Hetta er ein umfatandi framsýning, sum samstarvandi stovnarnir í Útnorði, Norðurlandahúsið í Føroyum og Reykjavík og systurstovnurin NAPA í Grønlandi, hava staðið fyri eftir uppskoti frá Útnorðurráðnum.
"Hetta eru eini týdningarmikil boð til tey, sum halda seg fremja umhvørvisáhugamál best, tá tey banna burðardyggari nýtslu av náttúrunar tilfeingi. Framsýningin eigur tí at gerast atkomulig fyri øllum teimum í Evropa, sum búgva í stórbýum og øllum teimum, sum búgva fjart frá náttúruni, so tey kunnu fáa prógv fyri, at besta varðveitanin av eini fjøltáttaðari náttúru, er ein burðardygg nýtsla og at ein vistskipanarlig hugsan, har eisini havsins súgdjór verða tikin við, er ein nýtsla og atferð, sum hevur verið burðardygg í túsundir av árum, og sum við rættari atferð, eisini komandi ættarlið fara at bera víðari".
Hetta sigur Jonathan Motzfeldt, komandi formaður í Útnorðurráðnum, um framsýningina "Veiðimentan í Útnorði", sum hevur verið í Nuuk seinastu vikurnar.