Tiltøk
Rættiligt lív er komið í aftur í bygdarhúsinum á Strondum, síðan Sonni Johansen varð settur sum samskipari í húsinum, 1. oktober í ár.
Skipað hevur verið fyri ymiskum tiltøkum hvørt vikuskifti; tey flestu tó við ymiskum sangi. Seinasta vikuskiftið var hugnakvøld, har Sámal Ravnsfjall og Ronni Nielsen luttóku. Jóan Karl Djurhuus av Selatrað segði eisini frá ymiskum søgum og hendingum í lívinum. Á Strondum siga tey, at Jóan Karl dugdi væl at siga frá og var ógvuliga skemtiligur í sínum frásagnum.
Eini 70 fólk vóru til tiltakið á Strondum seinasta vikuskiftið.
Stórt tiltak
Aftur hetta vikuskiftið, í dag og í morgin, er nógv á skránni í bygdarhúsinum.
Høvið verður at síggja gamlar myndir av Strondum og strandingum; har verður málningaframsýning við Ketty á Fríðriksmørk, 17 ára gamla Fróða Abrahamsen, og eisini hevur samskiparin, Sonni Johansen, málningar við á framsýningini.
Sonni sigur, at Ketty hevur málað í fleiri ár, meðan hann sjálvur og Fróði eru lutfalsliga nýggir undir sólini sum listamenn.
Undirhald við sangi, dansi og gykli verður eisini í bygdarhúsinum, og haraftrat verður framsýning av motorsúklum, skutarum, knallertum og sonevndari MC-útgerð, ið eitt nú fevnir um hjálmar og klæði til koyring á motorsúklu og knallertum.
Skráin
Tiltakið í bygdarhúsinum um vikuskiftið verður annars skipað soleiðis:
Í dag, leygardagin, lata framsýningarnar upp klokkan 14, klokkan 19 syngur Lív Hansen, og bygdarhúsið letur aftur klokkan 22.
Í morgin, sunnudagin, lata framsýningarnar upp klokkan 15, klokkan 17.30 syngja og dansa ungar gentur á Strondum, og klokkan 18.00 fer gyklarin, Rógvi Dam, at sýna fram kynstur, og tá verður eisini okkurt leskiligt til børnini.
Klokkan 18.30 sunnudagin fara ungar gentur á Strondum aftur at undirhalda við sangi og dansi.
Sunnukvøldið letur bygdarhúsið aftur klokkan 21.
Kostnaðurin er 50 krónur fyri vaksin og 20 krónur fyri børn.
Føroya Bjór og Damfar hava stuðlað tiltakinum, sum hetta vikuskiftið verður í bygdarhúsinum á Strondum.