Ein framsýning hjá Heðini Kambsdal var frá 4. til 9. desember, og í løtuni er ein bókasøla hjá missiónshúsinum Thabor, sum verður opin til 15. desember. Frá 10. til 31. desember verður ein framsýning hjá listakvinnunum Lydiu Petersen og Gull-Britt Hansen úr Klaksvík.
Umframt framsýningarnar er handiliná tremur við jólagávuhugskotum sum t.d. heimavirkaðum prýðis- og brúkslutum - alt frá fjálgum pløggum til fløgur og súltutoy.
Eisini er kaffi, kakao ella cappucino at fáa við onkrum góðum afturvið.
Jólasølan heldur fram til jóla. Opið er hvønn dag frá kl. 15, tó leygardag frá kl. 11. Í jólavikuni verður longur opið.
Les meira á: www.ribarhus.com