Starvsfólk á nógvum av bilverkstøðunum í landinum nýttu høvið at koma á eina framsýning á bildeildini á Tekniska Skúla, har tríggjar danskar fyritøkur sýndu fram tað nýggjasta innan útgerð til bilverkstøð. Car-O-Liner sýndu tað nýggjasta innan upprætting og mátiskipanir, BM Autoteknik høvdu framkomnar bremsutestarar og aðrar testskipanir og Stenhøj sýndu fram nýggjar og sera arbeiðsligar lyftararar, kompressarar og aðra útgerð.
Framsýnararnir hjá Stenhøj, ið er størsti framleiðari av t.d. bil-lyftarum, kompressarum og øðrum til bilverskstøð og ídnaðin í Norðanlondum, høvdu ein hvítan Rolls Royce frá 1962 við sær. Bilurin, ið er hvítur allur sum hann er, bæði uttan og innan, bleiv keyptur fyri umleið 5 árum síðan frá einum donskum tónleikabólki. Stenhøj brúka bilin sum reklamubil. Onkur minnist kanska at bilurin eisini var í Føroyum fyri tveimum árum síðan.