Eitt og hvørt tiltak í Norðurlandahúsinum er ein kanning av, hvat tað norðurlendska er. Ein kanning av, hvørjar frásagnir verða sagdar, hvat knýtur okkum saman, og hvat skilir okkum sundur. Og hvat er serstakt fyri okkum her í Norðurlondum.
Íslendska listakvinnan Steinunn Thórarinsdóttir (1955) og føroyska listakvinnan Silja Strøm (1987) skapa á hvør sín hátt nýggjar møguleikar og lata upp nýggjar sjónarringar. Verk teirra eru nevnliga ikki fastar og støðugar støddir, men lata seg upp, draga inn umhvørvið og tosa við áskoðaran, og eru sostatt við til at kanna spurningin um, hvat tað norðurlendska er.
Nú framsýningin er spjødd frá Vaglinum til Norðurlandahúsið, er eitt postkort framleitt, sum við tølum vísir á, hvar tey ymisku listaverkini eru sýnd fram. Postkortini liggja frammi í Kunningarstovuni, Farstøðini, í Norðurlandahúsinum, á gistingarhúsum og aðrastaðnis, har fólk fylkjast.
Til ferniseringina í dag, fríggjadagin klokkan 17, fer Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs, at bera fram røðu og íslendska manskórið Stefnir fer at syngja. Tað er Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, ið er kurator av framsýningini.