Framsýning í Miðlahúsinum

Í døgunum 13. til 24. februar hvønn seinnapart frá kl. 13 til 16 hevur verið skipað fyri skeiði kallað »Rúmd« á dagdeildini Varðanum, á Psykiatriska deplinum. Skeið­ið hevur verið skipað sum verk-staðararbeiði, ein­særis og í felag. Á skeið­num hevur verið arbeitt við at menna egin hugskot bæði í myndlistarligum og tónleikaligum høpi. Skeiðið hevur verið úrslitavent fyri at menna sjálvsvirðið hjá brúkarum, ið hava samband við psykiatriska depilin, við at stuðla teimum í at geva sínum myndandi evn­um skap og sýna fram úr­slit­ið av hesum arbeiði í Miðla­hús­inum.
Framsýning og framførsla verða leygardagin 25. februar kl. 15 til 17 í Miðlahúsinum í Vágsbotni, sigur Dagdeildin Varðin á Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum.