Framsýning, matur og mentan

Sum liður í North Atlantic Fish Fair verður flótandi framsýning, matur og mentan á skránni í Vágsbotni og Tórsgøtu frá hósdegnum til og við leygardagin í hesi vikuni

Hetta er aðru ferð, at Tórshavnar kommuna verður vertur fyri altjóða fiskivinnuframsýningini North Atlantic Fish Fair, sum Sp/f Atlantic Fair stendur aftanfyri.

Høvuðsframsýningin verður eins og seinast í stóru høllini hjá Poul Mohr á Hjalla, men ymisk tiltøk verða eisini í Vágsbotni, har høvi eisini verður at síggja eina flótandi framsýning við bátum og ymiskari útgerð.

Tað eru føroyskir útbjóðarar, sum fara at sýna fram í Vágsbotni.

Í løtuni er ikki endaliga greitt, hvussu tiltøkini í Vágsbotni og Tórsgøtu verða skipað - og hvørji hesi verða, men arbeitt verður nú við eini skrá. Talan verður í fyrsta lagi um mentanarlig tiltøk við serligum atliti at tónleiki og kafé.

Luturin hjá Sp/f Atlantic Fair í Vágsbotni snýr seg í høvuðsheitum um framsýningina við bátum, reiðskapi og tøkni, og soleiðis skipar felagið eisini fyri mati og skeinking í tjaldi, sum verður sett upp á bryggjuni.

Fyribils er talan um eitt tjald, sum er 100 fermetrar stórt, men tað hevur eisini verið upp á tal at seta eitt uppaftur størri tjald upp.

Í tjaldinum fer Hotel Føroyar at skipa fyri við ymiskum fiskamati og skeinking, um fólk ynskja sær okkurt leskandi.

Flótandi framsýningin í Vágsbotni verður ?opin? somu tíðir, sum North Atlantic Fish Fair hevur opið á Hjalla, nevniliga frá hósdegnum til og við leygardagin - frá klokkan 10-17, men framsýningin letur ikki aftur klokkan 17.

Ætlanin er nevniliga, at fólk skulu kunna leita sær oman í Vágsbotn og Tórsgøtu, eftir at dagurin á Hjalla - er farin at halla.