Framsýning á Hotel Hafnia

Anna Katrina Højgaard , fotografur.

Allan desember mánað hevur Anna Katrina Højgaard, fotografur, eina framsýning við oljumálningum, grafikki og fotomyndum í Lobby´ini á Hotel Hafnia. Myndaevnini eru ymisk, t.d. er ein mynd av Janusi Kamban og Ingolfi av Reyni.

Anna Katrina er eisini nýliga komin á marknaðin við "Fólkakalendaranum 2006" við myndum av 12 teimum elstu fólkunum í Føroyum um árskiftið 2004/2005.