Framsýning í Grønlandi

Í døgunum frá 17. til 19. november verður fiskivinnuframsýningin Polar Fish í Sisimiut í Grønlandi. Undirtøkan hevur verið so góð, at luttakararnir eru tvær ferðir so nógvir sum í 2002, tá framsýningin var seinast. Hesaferð eru 65 framsýnarar úr sjey londum. Í 2002 vitjaðu 5.000 fólk Polar Fish, og fyrireikararnir vóna at fáa uppaftur fleiri á gátt í ár. Framsýningin er ein frakframsýning fyri fiskimenn, trolaraeigarar og fiskiídnaðin á landi.