Frá 20. april til 10. maj 2006 hevur Guðrun Olsen framsýning á Galleri Working Art, Byvolden 10, Roskilde.
Fernisering verður leygardagin 22. april frá kl. 10-14, har øll eru vælkomin.
Guðrun hevur verið á skeiði hjá Lili Stampe Sørensen og
verið næmingur hjá Tine Voldby Crumlin.
Sum útgangsstøði eru myndirnar hjá Guðruns í eins litum. Teir ymisku formarnir á myndunum hjá Guðrun tekur okkum við á eina spennandi dreymaverð við ymisikum motivum.
Opið er: hósd fríggjadag frá kl. 13-17 og sunnudag frá kl. 10-14.
Guðrun Olsen er 35 ára gomul. Hon er fødd og uppvaksin í Klaksvík,
dóttir Árna Olsen og Ruth Sørensen. Hon býr í Roskilde og hevur fingist nógv við at mála.










