Framsýning: Brúðarkjólar í 100 ár

SIÐSØGULIG FRAMSÝNING: Ein serliga forkunnug framsýning er at síggja nú um ólavsøkudagarnar í gomlu krambúðini hjá Katrinu Christiansen. Krambúðin er karmur um eina siðsøguliga framsýning við brúðarklæðum og brúðarmyndum úr øllum áratíggjum seinastu 100 árini.

 

Umframt at brúðarklæðir eru at síggja, hanga eisini ymiskar áhugaverdar føroyskar brúdleypsmyndir úr ymiskum tíðarskeiðum uppi á bróstunum. Framsýningin vísir soleiðis, hvussu brúðarmótin skiftir við tíðini.

 

Á niðastu hæddini í handlinum er eitt brúdleypskøkuborð borrðeitt, soleiðis sum tað hevur sæð út í 1950'unum, og sjálvandi stendur eitt brúðarpar við endan av borðinum og tekur ímóti gestunum.

 

Ein framsýning av sama slag var at síggja á Vestanstevnu í Sørvági í summar. Avgjørt var, at ólavsøkugestir skuldu ikki snýtast fyri hesa uppliving, og tí var skipað fyri framsýning í Havn eisini, har nakrir av brúðarkjólunum og brúðarmyndunum eru lænt frá tí framsýningini.

 

Framsýningin í gomlu krambúðini hjá Kathrinu Christiansen er opin frá kl. 15.00 - 20.00 alla ólavsøkuna.