Klaksvík: Verk eftir listakvinnuna Elinborg Lützen verða um páskirnar at síggja í Klaksvík.
Skírshósdag letur framsýningin upp, og hon verður at síggja allar páskirnar. Framsýningin verður í ovastu hædd á býráðshúsunum, har Norðoya Listafelag heldur til.
Framsýningin varð sett saman í sambandi við 80 ára dagin hjá Elinborg Lützen í 1999.
Framsýningin var at síggja í Listaskálanum, men nú hevur Norðoya Listafelag syrgt fyri, at framsýningin eisini verður at síggja í Klaksvík.
Eisini tónleikur
Elinborg Lützen varð fødd í Klaksvík í 1916. Hon fór sum 11 ára gomul til Havnar at ganga í skúla, og seinni fór hon eisini til Danmarkar í somu ørindum. Hon kom tí fyrst í fimtiárunum aftur til Klaksvíkar at búgva.
Elinborg Lützen sýndi verk síni fram á framsýningum í Føroyum og uttanlands, og meginparturin av verkum hennara eru svartmyndir.
Framsýningin í Klaksvík letur upp hósdagin klokkan 16.00, og tá verður eisini tónleikaframførsla. Nikolaos Kapnas, Bogi Lützen og Jens Christian Guttesen fara at spæla eina strúkitrio eftir Joseph Gehot. Eisini fer Kapnas at spæla eina vartiatión fyri bratsj eftir William Heinesen.