Framsýning av handarbeiði, café og opið hús á Húsarhaldsskúla Føroya

Skeiðið á Húsarhaldsskúla Føroya er við at verða liðugt og í tí sambandi skipa næmingarnir á skúlanum fyri stórari framsýning av tí handaliga arbeiðinum, sum teir hava gjørt. Framsýningin í ár er størri og fjølbroyttari enn vanligt av tí at skeiðið nú er longt við seks vikum. Undirvíst hevur verið í hondarbeiðslærugreinunum, binding, tilskering, seyming, leður og skinn, patchwork, silkimáling, brodering, føroyskt bond, arbeitt hevur eisini verið við turkaðum blóm

um.

Í samband við framsýn-ingina verður eisini høvi hjá teimum vitjandi at fara á café, og fáa okkurt gott afturvið einum góðum kaffimunni.

Sum nakað nýtt verður opið hús, har vitjandi, kanska serliga komandi næmingar og foreldur teirra, kunnu fáa meira at vita um skúlan.

Framsýningin er opin týsdagin 22.2. frá kl. 16-21.

Øll eru hjartaliga vælkomin.