Framsókn við 14 valevnum – 11 búgva í høvuðsstaðnum

Framsókn hevur mannað eit lið við 14 valevnum til løgtingsvalið 31. august – átta menn og seks kvinnur. Tey flestu av valevnunum hava stillað upp fyri Framsókn áður, men okkurt nýtt valevni er eisini. Av teimum 14 eru tó bara trý, ið eru aðrastaðni enn úr høvuðsstaðnum

 

Poul Michelsen, formaður í Framsókn, er flokkurin ein Havnarflokkur burturav?
– Eg haldi, at tað vísir meira tað hugsjónarliga Føroyar, at fólk eru meira býtt upp í teimum etiskum málum norðanfyri í mun til sunnanfyri og aðrastaðni. Vit hava bara okkara hugsjón, og fólk kunnu taka undir við henni ella ikki.

Hava tit ikki roynt at fingið valevni aðrastaðni frá?
– Jú, vit hava, og tað eru fólk, sum halda, at okkara hugsjónarliga grundarlag ikki er nóg gott, tað má vera tí. Vit fara ikki at siga, at nú mugu vit hava okkurt valevni úr Klaksvík ella úr Vági. Tað er soleiðis, at fólk eru vælkomin í flokkin. Tað er tað hugsjónarliga gundarlagið, ið hevur týdning. Tað eru so nógvir flokkar, ið umboða tey ymisku økini, og tað hevur ongantíð gagnað føroyskum politikki, at arbeitt verður so staðbundið, sum gjørt verður. Fyri okkum ræður tað um, at tað er tað hugsjónaðarliga grundarlagið, ið fólk trýr uppá, sigur Poul Michelsen.  

Valevnini hjá Framsókn eru hesi:

Poul Michelsen
Hanna Jensen
Ruth Vang
Bjarni K. Petersen
Bergun Kass
Birita Arge
Jógvan Fríði Tróndarson
Oda W. Andreasen
Karlot Hergeirsson
Høgni S. Reistrup
Róaldur Jákupsson
Súsanna Olsen
Øssur Christiansen
Árni M. Dam


Meira frá framløguni verður í Sosialinum.

Sí myndir frá framløguni her.

##ms##