Framsókn tekur ikki ímóti

Um Heini O. Heinesen er politiskt heimleysur, kundi hann hóskandi farið til Fólkaflokkin Hetta sigur Poul Michelsen, fyrrverandi fólkafloksmaður og stovnari av ætlaða nýggja flokkinum Framsókn.

Hann vísir á, at Framsókn verður ikki nakað parkeringspláss fyri vónasviknar politikarar. Tey arbeiða við at fáa Framsókn viðurkendan sum flokk og orða eina stevnuskrá. Málið er, at hetta arbeiðið skal verða liðugt 1. mai. Limalisti er eingin enn. Tí kann Heini O. Heinesen ikki nú biðja um limaskap í Framsókn.

Treytin fyri at gerast limur í Framsókn verður undirtøka av stevnuskránni.

- Soleiðis verður tað hjá okkum. Aðrir flokkara hava stevnuskrá, sum teir ikki halda. Tað vilja vit ikki hava, sigur Poul Michelsen.