Framsókn í Tórshavn býráð

Tað er mangt sum bendir á, at broyt­ing kemur í floksbýtið í Tórs­havn­ar býráð til komm­u­n­u­val­ið í november, nú Fram­sókn bjóðar seg fram.

Smáu flokkarnir hava ikki klárað seg væl í Tórs­hav­n­ar bý­ráð, bæði Sjálvs­sýr­is­flokk­ur­in og Mið­flokk­ur­in eru úti av mynd­ini, tí tað krevj­ast 7,7 pro­sent. Til seinasta løg­tings­val fekk Fram­sókn 10,5 pro­sent. Til sam­met­ing­ar fekk Sam­bands­flokk­ur­in 11,2 pro­sent, Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in 5,27 pro­sent og Mið­flokk­ur­in 2,29 pro­sent til sein­asta bý­ráðs­val.

Út frá hesum tølum kann Fram­sókn geva hinum flokk­u­num ein veru­lig­an skarp­an gang.

Samgongan millum Javn­að­ar­flokk­in og Tjóðveldi fekk 9 av 13 bý­ráðs­lim­um sei­n­ast. Ein flokk­ur sum Fram­sókn kann broyta javn­vág­ina mill­um flokkarnar í Tórs­havn­ar bý­ráð – men kanska er mest hugs­andi, at flokk­ur­in tek­ur frá Fólk­a­flokk­i­num og Tjóð­veldi. Í løg­­ting­­i­num sam­starv­­ar flokk­urin væl við Tjóð­veldi og Javanðarflokkin – so hann kann hann leggja fót­ongl­ar fyri borgarliga alt­ern­ativi­num í Tórshavnar bý­ráð.