Framsókn stillar 12 fólk upp til býráðið í Havn

Bæði løgtingsfólkini og býráðslimurin hjá Framsókn eru á listanum til býráðsvalið í Havn

 

Sum tann triði flokkurin í Tórshavnar býráð hevur Framsókn nú almannakunngjørt listan til býráðsvalið í Havn. Hóast møguleiki er at stilla 17 fólk upp, so eru tó bara 12 fólk á listanum hjá Framsókn. Vert er at leggja til merkir, at hesaferð eru bæði løgtingsfólkini á listanum. Á seinasta býráðsvali í 2015 stillaði Ruth Vang eisini upp.

Framsókn fekk á býráðsvlinum í 2015 1.094 atkvøður í Tórsahavnar kommunu. Tað eru 9 prosent av atkvøðunum og gav flokkinum ein sess í Tórshavnar býráð. Tað var sessur nummar 10, sum merkir, at flokkurin fekk ein tryggan sess. Seinasta sessin fekk Fólkaflokkurin, sum lá um reppið at missa hann til Javnaðarflokkin.

Nú vantar bert Fólkaflokkurin at almannakunngera sín lista til býráðsvalið.

Hesi stilla upp fyri Framsókn hesaferð:

1.     Bergun Kass, býráðslimur í Tórshavnar kommunu

2.     Berit W. Samuelsen, tryggigarráðgevi

3.     Ruth Vang, floksforkvinna

4.     Sissal K. Kristiansen, sjálvstøðug vinnurekandi

5.     Súsanna Køtlum, sjálvstøðug vinnurekandi

6.     Súsanna Olsen, námslektari

7.     Birgar Johannesen, pensjónistur

8.     Bjarni K. Petersen, løgtingslimur

9.     Róaldur Jákupson, fíggjarleiðari

10.     Høgni Reistrup, samskiftisráðgevi

11.  Karlot Hergeirson, HTÚ leiðari

12.  Kristian Clementsen, maskinmeistari

Atkvøðubýtið hjá valevnunum hjá Framsókn á seinasta býráðsvalið – sum eisini var tað fyrsta hjá flokkinum, var hetta:

1

Bergun Kass

188

2

Ruth Vang

153

3

Súsanna Olsen

130

4

Høgni Reistrup

129

5

Fridtleif Birgar Johannesen

113

6

K. Sissal K. Kristiansen

81

7

Poul Clementsen

65

8

Oda W. Andreasen

56

9

Róaldur Jákupsson

49

10

Berit W. Samuelsen

45

11

Birita Arge

26

12

Aleksandur L. Olsen

15