Framsókn stillar sjey valevni upp til býráðsvalið í Eysturkommunu. Flokkurin hevur sjey valevni, fýra mannfólk og trý konufólk.
Valevnini eru úr ymiskum bygdum í kommununi. Summi hava roynt seg í býráðsvali og býraðspolitikki áður og onnur stilla upp fyri fyrstu ferð.
Valevnini eru:
Hákun Andreasen, Savnsteknikari, Leirvík
Súni Eliassen, Maskinsmiður, Leirvík
Hansa Maifríða Glerfoss, Læraralesandi, Leirvík
Hjørdis Fríða Gregersen, Góðskuleiðari, Syðrugøta
Eyðun Hansen, Stjóri, Norðragøta
Hanna Jensen, Studentaskúlalærari/varatingkvinna, Norðragøta
J. Hartvig S. Joensen, Deildarleiðari, Syðrugøta