Framsókn fekk umboð í Eysturkommunu

Í nýggja býráðnum í Eysturkommunu broyttist býtið millum bygdarnar báðar. Nú hevur Gøta meirilutan, seks umboð, meðan Leivrík hevur trý.

Hvat tað merkir er ilt at siga, men søgur ganga um, at gøtufólk ætla at peika á Brand Jacobsen til borgarstjóra. Hann er valdur sum nummar tvey á tjóðveldislistanum. Sitandi borgarstjórin, Jóhan Christiansen er fyrstvaldur við 133 atkvøðum.
Men sum skilst er trupulleikin hjá Brandi Jacobsen, at hann er valdur á einum politiskum lista, Tjóðveldislistanum, og siðvenja er, at flokkarnar halda saman. Tí má hann velja, um hann vil svíkja flokkin, ella um hann fær skotið í skógvarnar at hann svíkur veljararnar í Gøtu.

Nýggja býráðið sær soleiðis út:?
Tjóðveldi til samans 407?
Vald eru:?Jóhan Christiansen 133 ?
Brandur Jacobsen 93?
Ólavur Finn Olsen 68??
Sambandsflokkurin tilsamans 258?
Vald eru:?Hanus Jacobsen 112?
Emma Rasmussen 45??
Javnaðarflokkuirn tilsamans 239?
Vald eru:?
Árni Jacobsen 81?
Oluffa Joensen 34??
Framsókn til samans 172?
Vald er:?
Hanna Jensen 58??
Fólkaflokkurin tilsamans 167?
Valdur er:?
Hjalti Hermansson Dalheim??
Broytingin í mandatbýtinum er, at Fólkaflokkurin missir eitt umboð til Framsókn.?Vert er kanska at leggja til merkis, at fyrrverandi borgarstjórarnir í ávikavist fyrrverandi Leirvíkar kommunu og fyrrverandi Gøtu kommunu, Frígerð Heinesen í Leirvík á sambandslistanum og Hans Mourits Foldbo á javnaðarlistanum, ikki vórðu afturvald.