Tá ið flokkurin skuldi finna skikkað valevni til løgtingsvalið, var frymilin satt at siga rættiliga einfaldur. Eins nógvar kvinnur sum menn skuldi vera á listanum. Vit taldu tvær ferðir upp í sjey. Sjey menn og sjey kvinnur.
Við uppstillingini hevur Framsókn prógvað sítt virðið, tá ið tað kemur til javnrætt. Eftir øllum at døma var neyðugt, at ein nýggjur flokkur skuldi koma undan kavi, áðrenn nakar flokkur kundi vísa á veruliga javnstøðu á valevnislistunum.
Hyggja vit nærri at býtinum hjá hinum flokkum, so er myndin henda:
Tjóðveldi 42% Kvinnur
Javnaðarflokkurin 39% Kvinnur
Sjálvstýrisflokkurin 33% Kvinnur
Fólkaflokkurin 31% Kvinnur
Sambandsflokkurin 22% Kvinnur
Miðflokkurin 17% Kvinnur
Dagur og Vika valdi mánakvøldið at varpa ljós á vantandi javnstøðuna á valevnislistunum. Tað harmar meg almikið, at sjónvarpið hjá Kringvarpinum í sínum innslagi valdi at klippa brotið burtur, har tað varð staðfest, at Framsókn hevur javnstøðu á sínum lista. Henda raðfesting er heilt margháttlig, tá ið innslagið jú royndi at lýsa støðuna á javnstøðuøkinum í teimum ymisku flokkunum.
Løgtingsvalið 2011 er søguligt. Meðan allir aðrir flokkar hava tosað um javnstøðu í nógv ár, er hetta fyrstu ferð, at ein flokkur vísir, at tað ber saktans til at hava eins nógvar menn og kvinnur á listanum.
Vel tí Framsókn
Vit gera sum vit siga, og siga sum vit gera!