Vit skuldu vátta, at etisk mál ikki skulu viðgerast, og at blokkurin skal tiðnast til tess at fáa 200 milliónir meira um árið. Hesum kunnu vit ikki taka undir við, og tí hava vit boðað løgmanni frá, at vit ikki eru í við samráðingunu, segði Poul Michelsen við sjónvarpið fyri lítlari løtu síðani.
Poul Michelsen sigur, at hetta vóru ultimativ krøv, sum Framsókn skuldi savara uppá, áðrenn samráðingarnar kundu byrja. Men hesum kann nýggi flokkurin ikki liva við.
Vit sleppa sostatt ikki at vera við til at ávirka gongdina í hesum umfarinum, men tað skal ikki skorta upp á vilja frá okkara síðu, segði Poul Michelsen.