Framrokningarnar komu ov seint til Hvítubók

Í sambandi við arbeiðið við Hvítubók bað bú-skap-ar-bólk-ur-in lærda háskúlan í Reykjavík gera búskaparligar lang-tíð-arframrokningar, sum bólkurin sjálvur ikki kundi gera. Hesar framrokningar eru ikki við í Hvítubók, men tær eru komnar nú, og eftir at búskaparbólkurin hevur gjørt tær neyðugu analysurnar verða tær almannakunngjørdar

Fyri tveimum vikum síðani varð Hvítabók alm-anna-kunn-gjørd m. a. við einum fylgibindi um búskapin.

Men eftir øllum at døma var ikki alt við í fylgi-bindi-n-um, sum búskaparbólkurin hevði ætla skuldi vera við.

Fyri at gera sær eina mynd av tí, sum liggur fyri framman er neyðugt at gera nakrar framrokningar, og hes-ar vera gjørdar uppá »stutt sikt« og upp á »lang sikt«.

Tær stuttsiktaðu fram-rokn-ingarnar kundi bólk-ur-in gera sjálvur, men av tí at bólkurin ikki hevði tey neyð-ugu modellini tøk, bar ikki til at gera tær langt-siktaðu framrokningarnar her heima.

Tí valdi búskaparbólkurin at hyggja til grannalondini Danmark og Ísland. Donsku granskingarstovurnar sum spurdar vórðu svaraðu bein-anvegin, at tær høvdu ikki stundir at gera fram-rokn-ing-arnar, meðan gransk-ing-ar-deildin á búskapardeildini á lærda háskúlanum í Reykj-a-vík segði, at hon kundi gera tær.

Tað hevur hon so gjørt nú, og orsøkin til at hon ikki kemur fyrr enn nú er bara tann, at íslendingar hava ikki havt stundir at gera hana fyrr enn nú.

Hermann Oskarson, stjóri á Hagstovu Føroya og skriv-ari í búskaparbólkinum sigur, at teir hava fingið úrsl-it-ið av fram-rokn-ing-un-um, men av tí at bú-skapa-r-bólkurin ikki hevur ana-lys-era tølini, verður einki sagt um tey enn.

? Tað ber ikki til at sleingja nøkur tøl úr einum slíkum modelli út, tí tað skal analyserast av teimum, sum hava sett fortreytirnar upp, sigur hann.

Herman leggur afturat, at búskaparbólkurin fer at gera hetta í næstum, og tá tað arbeiðið er liðugt, verður framrokningin almanna-kunn-gjørd.


Vónar fleiri

framrokningar koma

Annars sigur Hermann Oskarson, at hann vónar at fleiri slíkar framrokningar koma í framtíðini.

Í flestu øðrum londum er vanligt, at gransk-ingar-stov-ur gera slíkar fram-rokn-ingar, men hetta hevur ong-an-tíð verið siður í Føroyum.

? Men tað eigur at vera gjørt, og eg trúgvi eisini, at verður tað gjørt framyvir, so verður áhugin millum gransk-ar-ar úti í heimi eisini nógv størri fyri Føroyum. Tað er í hvussu er ótrúliga sjáldan, at búskap-ar-frøð-ing-ar á henda hátt sleppa at analysera eitt land, sum er í so stórari broyting, sum Føroyar eru, sigur Hermann Oskarson.

Sosialurin bað eisini Reidar Nónfjall um eina viðmerking um tað, sum stendur í framrokningunum frá íslendsku granskarunum, men hann vildi ikki siga nakað um kanningina enn.

? Búskaparbólkurin hev-ur ikki hugt eftir tølunum enn, og tí ber als ikki til at úttala seg um tað enn. Men so skjótt sum vit eru lidnir við at analysera tølini, so verður úrslitið av analysun-um latin politkarum og fjøl-miðlum, sigur Reidar Nónfjall, sum er formaður í búskaparbólkinum.