Tað vóru fleiri, sum ikki reiðiliga skilti, hví Julian Hansen brádliga loysti Kristján Guðmundsson av sum HB-venjari.
Úrslitini vóru ikki nøktandi, var grundgevingin hjá leiðsluni.
Men tað ber ikki til at fleingja ábyrgdarmenninar fyri avgerðina.
10 stig av 12 møguligum móti Víkingi, AB, EB/Streymi og NSÍ er í øllum førum nøktandi. Og føroyameistararnir eru á meistarakós.
Julian Hansen hevur havt knappa tíð, men í smáum ger hann sína ávirkan galdandi á spælið.
- Eg ræðist ikki at spæla framrættaðan fótbólt og leypa á við nógvum monnum, segði hann í viðtalu við Sosialin, tá hann var settur sum venjari.
Tað sást serliga í gjár.
Rógvi Holm var ikki biðin at loysa uppgávuna sum miðverji hesaferð.
Tað var Vagnur Mohr Mortensen, sum er væl meira tryggur við bóltinum, hinvegin. Hann royndi stundum at spæla bólt, heldur at sparka hann langt fram eftir vøllinum, sum stóri og sterki Rógvi Holm hevur ofta hug til.
Á miðvøllinum vóru Fróði Benjaminsen, Milan Kulic og Rókur av Fløtum Jespersen, sum eru sera dugnaligir bóltsspælarar. Teir fluttu bóltin sera væl bóltin úr síðu í síðu í fyrra hálvleiki. Ofta varð Rógvi Poulsen eisini spældur ígjøgnum í høgru síðu.
Tað var í fyrra hálvleiki, at HB spældi tað spælið, sum liðið er eyðkent fyri. >>HB-spælið<< við fáum nertinum, skjótum, hugflogsríkum og beinleiðis álopsspælið.
Gestirnir úr Runavík runnu í løtum bara aftaná.
Fróði Benjaminsen er nøgdur.
- Vit hava breiðan hóp, og tað ber til at flyta spælararnar, alt eftir, hvat venjararnir leggja dent á. Vit spæla væl í fyrra hálvleiki, men eftir hvíldina verður tað rótut. Tað var kanska tí, at nógv stóð upp á spæl seinastu løtuna, sigur Fróði Benjaminsen.
Hans á Lag varð skiftur inn, tá fáir minuttir restaðu í. Hann var fyrst fluttur fram í álopið, tí ætlanin var helst, at hann skuldi vinna luftbóltarnar. Men hann var skjótt boðsendur aftur í verjuna at verja fyri longu bóltunum, sum komu hinvegin.










