Óli Jacobsen gevur nú út aðru bók sína um Kristian Djurhuus, fyrrverandi løgmann, landsstýrismann og løgtingsmann. Umframt at fortelja politiskar søgur, lýsir Kristian eisini mong viðurskifti í samfelagnum. Tískil kann sigast, at hesar báðar bøkurnar eisini eru eitt munandi ískoyti til Føroya søgu.