12.756 nýggir persónbilar vórðu skrásetti í Danmark í august, sum er næstan 20 prosent færri enn sama mánað í fjør. (Arkivfoto). - Foto: Simon Læssøe/Ritzau Scanpix

Trupulleikar við framleiðslu minka um bilasøluna

Í august vórðu skrásettir 19,5 prosent færri bilar í Danmark samanborið við sama mánað í fjør.

12.756 nýggir persónbilar vórðu skrásetti í Danmark í august, sum er næstan 20 prosent færri enn sama mánað í fjør. (Arkivfoto). - Foto: Simon Læssøe/Ritzau Scanpix

Enn hevur Akstovan ikki almannakunngjørt tølini fyri bilasøluna í Føroyum í august. Men í Danmark er sølan lækkað við næstan 20 prosentum.

Framleiðslutrupulleikar, brotin veitingarlið og veitingartrupulleikar hava lagt fót fyri bilasøluni í august, sigur búsksparfrøðingur í Arbejdernes Landsbank. Hann samanber støðið við støðuna fyri koronukreppuna.

Í august vórðu skrásettir 12.756 nýggir persónbliar, vísa tølini frá donsku innflytarunum.

Tað er munandi fleiri enn í juli, men tað er tó ein afturgongd upp á 19,5 prosent samanborið við august í fjør.

– Bilasølan verður hildin í stuttum tjóðri, og tað er bara vorðið verri eftir russisku innrásina í Ukraina, sigur leiðandi búskaparfrøðingurin í viðmerking.

– Trot er á týdningarmiklum lutum til framleiðslu, og tað rakar eisini bilasøluna í Danmark.

Annar liður í søguni er, at tað eru munandi fleiri elbilar í ár, enn tað vóru í fjør, vísa tølini.

Umleið 95.000 elbilar koyra á donsku vegunum í ár. Tað er næsta dupult so nógv sum í fjør.

Tað fær felagið hjá donskum bilinnflytararum at minna á tørvin á fleiri løðistøðum í landinum.

Talið av løðistøðum hevur ment seg við somu ferð sum sølan av elbilum, men tað skulu nógv fleiri til, um tørvandi undirstøðukervi ikki skal vera ein forðing fyri menningina, heldur felagið.

– Tað gongur rætta vegin við uppseting av løðistøðum til elbilar, men tað eru yvir 730.000 danskar familjur við bili, sum búgva annaðhvørt í høgum bygningum ella í raðhúsum, sum ikki hava møguleika til egna løðistøð heima, sigur stjórin í De Danske Bilimportører, Mads Rørvig.

– Hesar familjur eru tengdar at almennum løðisøðum og løðing av arbeiðsplássi. Her má ferð setast á av álvara, er áheitanin.

/ritzau/

 

12.756 nýggir persónbilar vórðu skrásetti í Danmark í august, sum er næstan 20 prosent færri enn sama mánað í fjør. (Arkivfoto). - Foto: Simon Læssøe/Ritzau Scanpix