Framleiðslu-Føroyar og Umsitingar-Føroyar

Politiski viðmerkjarin Árni Gregersen segði í dag, at eftir hansara tykki, so verður komandi val eitt stríð millum tey økini sum framleiða, tvs., Tvøroyri, Runavík, Fuglafjørð og Klaksvík og so Havnina sum umsitur inntøkurnar sum vera framleiddar við sveitta broti úr áður nevndu økjum. Tað er ein ávísur sannleiki í hesum, men man skal varða seg fyri at algilda og gera mun á, hvør hevur størri týdning fyri Føroyska samfelagið. 


Vit hava brúk fyri øllum “handans og andans verkamenn”, sum tvøráskaldið Jens Thorolf Dam yrkti á sinni.


Kortini skal nógv meira dentur verða lagdur á at framleiða og góðska burturúr pelagiska tilfeinginum. Alt ov lítið verður gjørt frá almennari síðu, fyri at fáa eina betri avtalu við ES. Verði eg valdur, verður hetta eitt av mínum hjartamálum - tað, at vit skulu hava meira burturúr hvørjum kilo. Meirvirking til at skapa meirvirðið.


Eg vil fegin ynskja risafyritøkuni Bakkafrost til lukku við nýggja, stásiliga skipinum,  ið so hóskandi eitur Hans Á Bakka - uppkallað eftir stóra, framskygda manninum av Glyvrum.

Bjarni Hammer