Millum ár og dag koma nógvir nýggir bilar á marknaðin, og sum oftast fáa hesir ein avloysara, tá nøkur ár eru gingin. Tað er meira sjáldan at bilmodell verða tikin av skránni, men í juni 2005steðgaði framleiðslan av tí heiðurskrýnda VW Lupo 3L, ið var tann fyrsti bilurin, sum einans nýtti 3 litrar av brennievni til at koyra 100 kilometrar. Bilurin hevur fingið nógvar nógvar heiðurslønir, síðan hann kom á marknaðin.
Ofta er framleiðslan av slíkum bilum lutfalsliga dýr, men eitt nú danska stjórnin lækkaði avgjøldini upp á bilum, tí hann var so orkusparandi og umhvørvisvinarligur. Av hesi orsøk hevur bilurin nógv seldur í Danmark, til fólk sum hava langan veg til arbeiðis. Í Danmark hava teir eisini sín egna felagsskap "Lupo 3L Klub Danmark", har 3L eigarar t.d. luta sínar royndi við bilinum á teirra egnu heimasíðu og skipa fyri "treffum" kring landið.
VW Lupo 3L hevur ein 1,2 litur TDI turbodiesel motor við 61 hk. Hetta er sami bilur sum Erling Simonsen í Havn fekk bygdan um til at koyra upp á rapsolju.
Hóast sølan av bilinum var góð í Danmark, hevur ikki gingið eins væl nógva aðrastaðni, har bilurin ikki hevur fingið somu sømdir. Við tíðini gjørdist framleiðslan ikki lønandi, og avgerð bleiv tí tikin um at gevast.