Mazda vísa nú tær fyrstu endaligu myndirnar av Mazda3. Bilurin bleiv sýndur fram sum konseptbilur á bilaframsýningini í Geneve í mars undir navninum Mazda MX Sportif. Tað gongur hart fyri seg hjá Mazda í hesum døgum, nýggj modell koma á marknaðin so at siga hvørt ár. Fyrst kom Mazda6, síðan Mazda2 og RX8, og nú Mazda3. Talan er um ein bil, sum verður bygdur yvir sama plattform sum ein komandi Ford Focus. Mazda hava heilt broytt stíl, nú leggja teir seg eftir at gera familjubilar við sportligum designi og koyrieginleikum. Enn hava vit ikki nógvar upplýsingar um nýggja Mazda3, men roknað verður við, at hann t.d. kemur at fáast við einum framkomnum 2,0 litur motori, sum lýkur tey strongu japansku ULEV-umhvørviskrøvini (Ultra Low Emission Vehicle). Bilurin væntast at koma á marknaðin síðst á árinum.