- Ongantíð áður hava føroyskir alarar framleitt so stóra nøgd av aldum fiski sum í 2012. Tøkan í 2012 var tilsamans 62.783 tons í kruvdari vekt. Hetta skal samanberast við eina samlaða nøgd upp á 49.588 tons í 2011. Hetta er ein vøkstur í framleiðsluni á góð 20%.
Tað veit Vinnuhúsið at siga.
Føroysk alifeløg ala nú bara laks, og seinastu tvey árini hevur eingin tøka verið av sílum. Áður hava síl verið ein munandi partur av føroysku framleiðsluni av alifiski.
Lagt verður aftrat, at gamla metið var frá 2003, tá føroyska alivinnan framleiddi tilsamans 52.269 tons av laksi og sílum.
- Men, havast skal í huga, at hetta árið vórðu feløgini noydd at taka stórar nøgdir av fiski orsakað av ILA-sjúkuni. Tá framleiddi alivinnan góð 43.000 tons av laksi og 9.198 tons av sílum.
Vinnuhúsið sigur, at síðan 2006 er framleiðslan av laksi økt hvørt ár uttan í 2010.
- Í 2006 var framleiðslan samanlagt stívliga 15.000 tons av laksi og sílum, og í 2012 táttaði framleiðslan í 63.000 tons av laksi. Miðalvektin á laksinum í 2012 var 5,07 kilo samanborið við 4,78 kilo í 2011.
Lagt verður aftrat, at prísurin á laksi var nakað lakari í 2012 enn í 2011, og tí verður vøksturin í søluvirðinum minni enn vøksturin í framleiðslunøgdini.
- Fyrstu níggju mánaðirnar í 2012 vaks framleidda nøgdin av laksi við næstan 30% samanborið við sama tíðarskeið í 2011, men søluvirðið øktist bert eini fimm prosent, sigur Vinnuhúsið.