Framløga um fleirmælt børn

Í morgin verður nýggjur bóklingur lagdur fram, sum lýsir týðandi tættir í námsfrøðiligum arbeiði við fleirmæltum børnum, og børnum við øðrum móðurmálið enn føroyskum

Í morgin verður nýggjur bóklingur lagdur fram, sum lýsir týðandi tættir í námsfrøðiligum arbeiði við fleirmæltum børnum, og børnum við øðrum móðurmálið enn føroyskum.

Tað eru Útlendingastovan og integratiónssamskiparin í Tórshavnar Kommunu, sum hava tikið stig til verkætlanina við sjey luttakandi kommunum.

- Talan er um vitanardeiling og góð ráð, ið serliga snúgva seg málmenning, verður sagt í tíðindabrævinum.

Almenna framløgan verður í Reinsarínum, og verður eisini gjørligt at seta spurningar.