Einar Føroyar vi: einari vælfer:, sum ger, at vit øll eiga møguleikan til eitt vir:iligt og virki: lív.
Føroyar eru eitt gott land at búgva í, eingin ivi um ta:. Men í løtuni er tíverri stillstø:a í búskapinum, og ikki allir partar í samfelagnum virka nóg væl.
At tí:irnar skifta, er einki n!tt fyribrigdi, tí føroyski búskapurin hevur altí: veri: opin og ávirka:ur av til dømis altjó:a fiskaprísum, rentustigi og oljuprísum. Vit mugu tó sanna, at stø:an í dag er ø:rvísi, enn vit onkuntí: fyrr hava sæ:. Alheimsger:in vi: broyttum handilsmynstri landanna millum hóttir partar av okkara vinnu.
Lond, sum vit fyrr sóu sum fjarskotin og tilafturskomin, eru í dag okkara kappingarneytar. Hetta eru lond, sum hava eitt lønarstig, i: bert er ein brotpartur av okkara.
Vit noy:ast tí at vi:urkenna, at vit frameftir ikki kunnu byggja okkara kappingarføri á, um vit hava eitt lágt lønarlag, ella um vit hava eitt tilfeingi svimjandi kring oyggjarnar, men vit mugu alt meira byggja kappingarføri: á okkara vitan og hegni til at skapa n!ggjar vinnur, samstundis sum vit áhaldandi menna og betra um verandi vinnu.
Føroyar 2015
Føroyar standa á einum vegamóti.
Hetta krevur, at stórar politiskar avger:ir ver:a tiknar.
Ta: eru avger:irnar, vit taka nú, sum skulu vísa, um vit megna at tillaga okkum treytirnar í einum alheimsgjørdum búskapi.
Ta: var í hesum anda, at landsst!ri: um ársskifti: setti sær fyri at gera eina heildarætlan - eina strategi - fyri samfelagi:. Eina ætlan, sum røkkur nógv longur enn hetta valskei:i:.
Ivaleyst hava fleiri hug at spyrja: "Visjón fyri 2015 - og so ikki megna at loysa teir trupulleikar, sum hoyra degnum í dag til ? Hví 2015 og ikki 2005 ?"
Men kanska er ta: júst tí, at vit ikki hava lagt dent á langtí:arætlanir, at vit fer: eftir fer: ver:a tikin á bóli av dagsins trupulleikum. Eru tí:irnar gó:ar, sum tær hava veri:, so hava vit lyndi til ikki at síggja fram um nøsina, tí alt gongur jú upp á stás. Eru tí:irnar hin vegin verri, sum tær eru nú, so halda vit, at vit hava nóg miki: í dagsins trupulleikum. Úrsliti: er so, at vit geva okkum ikki stundir til at taka stórar og framskygdar avger:ir.
Visjónin er, at Føroyar í 2015 ver:a millum bestu lond at virka og liva í. Vit ynskja, at Føroyar skulu ver:a samfelag vi: sterkum búskapi, har arbei:i er til allar hendur, og har dygdargó:ar sosialar skipanir tryggja øllum eitt vir:iligt lív.
Skulu vit røkka hesum máli, er ney:ugt vi: grei:um og framsóknum ætlanum.
Eg vil n!ta hetta høvi: at taka fram nakrar høvu:stættir í tí ætlan, landsst!ri: í løtuni arbei:ir vi:.
Alheimsger:in
Ein av grundarsteinunum undir Visjón 2015 er, at Føroyar skulu vera virknar í alheimssamfelagnum. Til tess krevst, at øll li: í samfelagnum vera vi:, solei:is at vit kunnu taka vi: teimum avbjó:ingum og møguleikum, sum alheimsger:in hevur vi: sær.
Landsst!ri: ynskir at styrkja samstarvi: vi: Evropa, og hevur tí sett sær fyri at fara undir samrá:ingar vi: Evropasamveldi: um ein ví:ka:an samstarvssáttmála, sum umfatar tey f!ra frælsini - vørur, tænastur, kapital og persónar.
Sáttmálin skal eisini lata upp fyri samstarvi um t.d. gransking og tøkniliga menning, kunningartænastur, umhvørvi og útbúgving.
Ein sáttmáli av hesum slag vi: ES vil skapa karmar fyri tættari politiskum og búskaparligum samstarvi millum Føroyar og restina av Evropa.
Landsst!ri: hevur somulei:is sett sær fyri, at Føroyar skulu søkja um limaskap í EFTA. Í verandi stø:u fer slíkur limaskapur ikki at gera Føroyar til part í EBS samstarvinum, men vil fáa í lag, at Føroyar vinna sær tey f!ra frælsini vi: Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein. Harumframt kunnu Føroyar fáa fríhandil vi: tey fjúrtan tri:jalondini, i: EFTA hevur fríhandilssáttmálar vi:, og sum umbo:a 290 mió. fólk.
Útbúgvingarreformur
Annar grundarsteinur undir Visjón 2015 er útbúgving.
Ta: ver:a útbúgving og vitan, i: ver:a avgerandi fyri, hvussu vit megna at møta framtí:ar avbjó:ingum. Útbúgving er besta íløgan, sum menniskja: og samfelagi: kunnu gera í framtí:ina.
Ney:ugt er vi: einum útbúgvingarreformi.
Fyri ikki so nógvum árum sí:an var almenna hugsanin, at eftir lidnan fólkaskúla bí:a:i arbei:smarkna:urin. At fara undir ví:ari lestur var ikki fyri øll, og fleiri taldu dagarnar, til skúlin var li:ugur, tí nú byrja:i lívi:. Heilt solei:is er ikki longur. Tí greitt er, at í nútí:arsamfelagnum kann arbei:slívi: gerast trupult, hevur tú ikki eina førleikagevandi útbúgving.
Ta: er tí hugaligt at síggja, at ungdómar í dag eru tilvita:ir um, at útbúgving er atgongumerki til eina gó:a yrkislei:. Tey ungu hava ásanna:, at arbei:smarkna:urin er broyttur. Skulu tey hava framgongd, er útbúgving ein fyritreyt.
Vit eru tó ikki komin á mál, langt frá tí, tí hóast okkara hagtøl ikki eru heilt neyv, er greitt, at útbúgvingarstø:i: í Føroyum stendur ikki mát vi: fremstu lond í heiminum.
Ein fyritreyt fyri, at hesin partur av visjónini gerst veruleiki, er, at vit politikarar, lærarar, foreldur og myndugleikar hava sama mál. Ta: mál, at hvørt barn og hvør ungdómur skal sleppa at menna eginleikar sínar til fulnar - einki anna: er nóg gott!
Okkara mál er tí:
" at allir fólkaskúlanæmingar fáa eina gó:a og mennandi grundútbúgving, sum tryggjar, at teir hava førleika at fara ví:ari til eina mi:námsútbúgving
" at allir ungdómar fáa eina mi:námsútbúgving ella yrkisútbúgving
" at minst helvtin av okkara ungdómi fær hægri útbúgving
Útbúgving skal ra:festast fremri enn nakrantí:.
Lærarin hevur eitt t!dningarmiki: og ábyrgdarfult starv. Hjá honum liggur ein sera stór avbjó:ing, tí ta: er hann, sum skal fáa hvønn einstakan næming at mennast.
Ein av størstu uppgávum ver:ur at menna verandi lærarar og at seta n!ggjar og eins gó:ar kreftir vi:. Sama er vi: skúlalei:slunum. Hesar eru avgerandi fyri, hvørt skúlar virka til fulnar.
Ein gó: skúlabyrjan er avgerandi fyri, hvussu skúlagongdin fer at eydnast. Vit ynskja tí at styrkja um skúlabyrjanina, so at skúlin frá fyrsta degi fjálgar um hvønn einstakan næming.
Málførleikin í føroyskum skal betrast, samstundis sum styrkt ver:ur um undirvísingina í enskum, so at næmingarnir í fólkaskúlanum duga líka væl enskt, og teir í dag duga danskt.
Vit mugu leggja munandi størri dent á at taka kunningar- og samskiftistøknina vi: í undirvísingina í fólkaskúlanum.
Vit seta dygdarmetingarskipan av fólkaskúlanum í verk, solei:is at vit kunnu meta um og fylgja vi: førleikanum hjá næmingum og skúlum.
Vit hava sett okkum fyri at endursko:a mi:námsútbúgvingarnar. Ætlanin er at gera n!ggja mi:námsútbúgvingarskipan, og ney:ugar íløgur ver:a gjørdar í skúlabygging.
Arbei:smarkna:arútbúgvingar, sum kunnu tryggja vinnuni starvsfólk vi: neyvum førleika, skulu setast á stovn. Eitt nú er tørvur á einum hotell- og matstovuskúla, sum skal útbúgva kokkar, tænarar, fer:alei:arar og onnur, sum starvast í hesi vinnu.
Møguleikar skulu vera at umskúla fólk á arbei:smarkna:inum, so at ta: ver:ur lættari at laga seg til n!ggjar vinnur.
Umhugsa: ver:ur at seta í verk eina skipan, har arbei:sleys kunnu fáa sær eina styttri útbúgving, samstundis sum tey fáa útgoldi: eina upphædd, i: svarar til arbei:sloysisgjaldi:.
Vit ætla at seta á stovn lærdan háskúla, i: skal fevna um eitt nú hægru útbúgvingarnar á Fró:skaparsetrinum, útbúgvingar til sjúkrarøktarfrø:ingar, lærarar og pedagogar eins og hægri útbúgvingarnar á Handilsskúlanum. Somulei:is eigur ein KT-kjarni vi: bachelor-, master- og Ph.D.-útbúgvingum at ver:a skipa:ur, eins og ein masterútbúgving í løgfrø:i.
Gransking og n!menning
Gransking og n!menning er ein tri:i grundarsteinur undir Visjón 2015.
Vit skulu stimbra hugskotsmenning, so at n!ggir vinnumøguleikar ver:a skaptir.
Okkara mál er, at í 2015 ver:a 3% av BTÚ n!tt til gransking og menning, harav eigur helvtin at koma frá tí almenna og helvtin frá tí privata.
Landsst!ri: ætlar at seta á stovn ein grunn til at fíggja gransking og n!menning. Sum innskot í grunnin skal fara ein tri:ingur av inntøkum landskassans frá einskiljingunum - upp til 1 mia. kr.
Setast skal á stovn ein granskingarlund, sum skal leggja dent á lív- og ílegutøkniska gransking. Hesin stovnur skal hava ein mi:savnandi leiklut í at brúka granskingarúrslit til vinnulig endamál, og solei:is gera sítt til, at føroyskar fyritøkur og vørur standa seg í aljtó:a kapping.
Granskingarumhvørvi: ver:ur styrkt vi: m.a. at fáa í lag samstarv millum granskingarstovnar og lærda háskúlan. Somulei:is er ney:ugt at styrkja netverk og samstarv vi: útlond, millum anna: vi: luttøku í ES-verkætlanum, har okkara samstarvsmøguleikar vaksa munandi, um vit sjálvi hava eitt sterkt og virki: granskingarumhvørvi.
Til tess at samskipa játtanirnar til gransking skal verandi granskingarbygna:ur umskipast. Sett ver:ur á stovn Føroya Vísindará:, i: skal or:a yvirskipa:a granskingarpolitikkin, ra:festa og veita fíggjartrygd. Í rá:num sita løgma:ur, avvar:andi landsst!rismenn og umbo: fyri vinnu og gransking.
Íverksetan
Ein fjór:i grundarsteinur er íverksetan. Fyri okkara kappingarføri er ta: serliga t!dningamiki:, at vit hugsa um íverksetan og produktivitet.
Okkara íverksetarar skulu hava bestu fyritreytir. Ta: merkir íverksetaraskipanir, fíggingarmøguleikar, gó: skattlig vi:urskiftir, grei:ar lógarreglur, smidlig fyrisiting - og positivan íverksetanarhugbur: sum heild.
Landsst!ri: fer at virka fyri at broyta vi:tøkurnar hjá Framtaksgrunninum, so at grunnurin oftari enn nú leggur seg eftir at gera íløgur í n!tt virksemi vi: tolnum og vá:afúsum kapitali.
Landsst!ri: ætlar at samskipa stu:ulsskipanir til tess at geva vinnuligum verkætlanum lættari atgongd til kapital og fer at skapa gó:ar karmar fyri granskingar- og sá:kapitalgrunnum og einum venturekapitalmarkna:i.
Føroyingar eru sera gávuríkir.
Ta: fingu vit enn eina fer: prógv um undir drotningavitjanini herfyri, tá vit upplivdu, hvussu nógv fólki: runt um í landinum hev:i at vísa fram, og hvussu væl var: skipa: fyri. Mongu summartiltøkini bera sanniliga bo: um hetta sama.
Vinnuspírar skorta ikki. Teir skulu bara fáa møguleika at vaksa, so at teir eisini kunnu geva vinnuligt íkast.
Kunningar- og samskiftistøkni
Ein fimti grundarsteinur er kunningar- og samskiftistøkni.
N!tslan av kunningar- og samskiftistøkni í einum samfelagi hevur stóran t!dning fyri produktivitetin og harvi: eisini fyri búskaparvøksturin, so sum OECD - felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning - eisini hevur víst á.
Landsst!ri: er samt um, at ta: almenna hevur t!:andi uppgávur, tá i: ta: sn!r seg um at menna n!tsluna av kunningar- og samskiftistøkni.
Landsst!ri: ætlar:
" at 15% av húsarhaldunum hava brei:band vi: árslok í 2006, og at útbrei:slan vi: árslok í 2008 er millum fimm tær bestu í OECD
" at fyrisitingin mi:víst skal talgildast, so borgarar og virki kunnu avgrei:a síni vi:urskifti vi: ta: almenna elektroniskt
" at í 2006 skulu allir føroyingar hava høvi til ókeypis at ogna sær eina talgilda undirskrift. Í minsta lagi 30% av øllum føroyingum skulu hava útvega: sær talgilda undirskrift í 2007
Einskiljing av almennum fyritøkum
Ein sætti grundarsteinur undir visjónini er tann heildarætlan, sum landsst!ri: nú leggur til tess at einskilja ymsar fyritøkur og ognir hjá landskassanum.
Endamáli: vi: at einskilja er millum anna: at skipa greitt mark millum almenna og einskilda geiran, at ví:ka um møguleikan hjá fólki og fyritøkum at gerast partaeigarar og at frígera almennan kapital.
Ætlanin fevnir um at einskilja Føroya Banka, Atlantsflog, Føroya Tele, Farmalei:ir og Føroya Lívstrygging. Somulei:is er ætlanin at selja útlánsrø:irnar hjá Húsalánsgrunninum í 2006 í sambandi vi:, at grunnurin ver:ur umskipa:ur vi: n!ggjum bústa:arpolitiskum endamáli. Framtaksgrunnurin hevur bo:a: frá, at Fiskavirking ver:ur bo:in út til sølu í heyst.
Einskilt ver:ur eftir lei:reglunum hjá landsst!rinum, i: byggja á opinleika og fult gjøgnumskygni.
Vælfer:
Eg leg:i fyri vi: at siga, at endamáli: vi: visjónini er at skapa vælfer:. Vælfer: fyri tann einstaka og vælfer: fyri samfelagi: alt.
Tí í Føroyum skulu vit trívast og mennast, og øll skulu hava sømulig lívskor í einum tryggum vælfer:arsamfelagi. Samhaldsfesti og ábyrgd millum borgara og myndugleika skulu vera í hásæti.
Vælfer:arsamfelagi: skal stø:ugt endursko:ast og n!skipast. Ein virkisætlan fyri breka:-politikk skal leggjast til rættis, so at vit røkka tí atkomiliga samfelagnum, har fólk vi: breki hava somu møguleikar at vera vi: í samfelagsvirkseminum sum onnur.
Eitt vælfer:arrá: skal útgreina, rá:geva og birta upp undir breitt kjak um vælfer:arvi:urskifti.
Fólksins visjón
Rúmd er ikki í hesi rø:u at vi:gera allar lutir í Visjón 2015. Eg havi nevnt nakrar av grundarsteinunum, men sjálvandi kemur ætlanin at fevna um eina rø: av ø:rum t!dningarmiklum vi:urskiftum - so sum skatta- og vinnupolitikk, mentan, kommunuskipan, samfer:sluútbyggingar, orku- og umhvørvismál, arbei:smarkna:ar-vi:urskifti og hagtøl.
Í heyst fer landsst!ri: at koma vi: einum brei:ari og meiri útgreina:um teksti um, hvørji ítøkilig mál, i: landsst!ri: ynskir at seta fyri samfelagi:.
Vit ynskja eitt breitt or:askifti um hesar ætlanir, og fyrsta stigi: ver:ur at leggja eitt vinnupolitiskt rit fyri løgtingi: til a:alor:askiftis í september.
Vit trúgva og vóna, at Visjón 2015 kann gerast ein fólksins visjón. Ein tjó:arinnar visjón, sum vit øll taka undir vi:.
Visjón 2015 er ikki ein fjarur dreymur. "Visjón 2015" ver:ur "Føroyar 2015", um ætlanin fær undirtøku. Ikki bert politiska undirtøku - frá samgongu og frá andstø:u - men undirtøku í øllum li:um í samfelagnum. Hjá landsmyndugleikum, kommunum, í vinnulívi, millum verkamannafeløg, arbei:sgevarafeløg og ikki minst hjá áhugafeløgum og hvørjum einstøkum borgara.
Stø:an í dag
Hyggja vit at stø:uni í samfelagnum, eru útlit fyri, at búskaparliga stillstø:an heldur fram.
Fólkatali: veksur tó framvegis. Í 2004 vór:u vit 165 fleiri, solei:is at vit vi: ársskifti: vóru 48.379 fólk.
Arbei:sloysi: er framvegis minni í Føroyum enn í Nor:urlondum sum heild, men hóast seinastu tølini vóru lækkandi, liggur ta: um 4%. Stø:an í Su:uroy er verri enn a:rasta:ni í landinum. Har er arbei:sloysi: oman fyri 8%, tó at har hómast ávís framgongd.
Prísvøksturin er lítil, og hóast stór spja:ing er millum ymsu vørubólkarnar, var mi:al prísvøksturin minni enn 1,7% seinasta ár.
Frá 1989 til 2003 høvdu Føroyar eitt avlop á handilsjavnanum, um skipini ikki ver:a uppítald, men sí:an hevur veri: hall. Í fjør var halli: 80 mió. kr.
BTÚ ver:ur í løtuni mett at liggja um 10 mia. kr.
Búskaparliga stø:an og stóra skerjingin í heildarveitingini síggjast aftur í landskassans rakstri. Roknskapurin fyri 2004 vísti hall uppá 152 mió. kr.
Búskapurin er í løtuni merktur av bæ:i afturgongd í konjunkturunum og stórum altjó:a avbjó:ingum. Av hesum ávum hevur stígur veri: í tí búskaparligu framgongd, sum vit annars hava uppliva: árini frammanundan.
Búskapurin hevur hesi seinastu tr! torføru árini kortini víst seg at vera nóg mótstø:uførur, so at vit ikki hava fingi: stórt arbei:sloysi, fráflyting ella umfatandi sosialar trupulleikar. Ta: almenna hevur veri: ført fyri at virka stabiliserandi, tí fíggjarliga mótstø:uføri: er gott. Fleiri av vinnunum hava eisini víst seg at hava veri: nóg sterkar til at var:veita arbei:splássini.
Høvu:smáli: vi: rikna búskaparpolitikkinum er at stimbra virksemi: mest møguligt, so búskaparpolitisku ra:festingarnar fara at virka arbei:sskapandi. Nú eingin vøkstur er í inntøkum landskassans, er avbjó:ingin at leggja fíggjarpolitikkin solei:is til rættis, at halli: á fíggjarlógini ikki veksur, samstundis sum fíggjarlógin ikki skal tálma virkseminum í landinum.
Konjunkturarnir venda - ta: vita vit. Men at fáa eina smidliga og væleydna:a tillaging av búskapinum til broyttar altjó:a fortreytir, ta: krevur meira av okkum sum samfelag. Ta: krevur, at vit hava evni og dirvi til at broyta vinnuliga bygna:in, hóast ta: gongur summum ímóti og krevur a:rar vinnuligar reglur enn tær, vit eru von vi:.
Átøk, sum landsst!ri: fer at fremja
Limaskapur í sonevndu kumuleringsskipanini ver:ur nú veruleiki. Skipanin fer at geva føroyskum vinnulívi brei:ari rávørugrundarlag og betri kappingarføri.
N!ggjur sáttmáli vi: Ísland, i: fevnir um tey f!ra frælsini, ver:ur eftir ætlan undirskriva:ur seinast í august.
Landsst!ri: fer at nútímansgera FAS-skipanina, so hon kann gerast eitt størri íkast til búskapin
Tryggingarlóggávan skal broytast, so at hon samsvarar vi: ES-lóggávuna. Útlendsk tryggingarfeløg fara at kunna virka í Føroyum, og føroysk tryggingarfeløg fáa atgongd til útlendskar markna:ir.
Nú ein munandi størri upphædd er avsett á fíggjarlógini til menningarhjálp, ynskja vit at menna okkara førleika í menningar- og ney:hjálpararbei:i.
Millum anna: ver:ur arbeitt vi: eini verkætlan í Peru, har okkara vitan og førleiki á fiskivinnuøkinum kann gera stóra nyttu. Ætlanin er at fáa sáttmála undirskriva:an vi: Peru, sum umframt ítøkiliga menningarhjálp eisini fevnir um fríhandil og fiskivinnusamstarv.
Í seinna útbjó:ingarumfarinum fingu átta oljufeløg loyvi at leita eftir og framlei:a olju og gass. Hetta eru t!dningarmikil stig á lei:ini at sta:festa, um farast kann undir vinnuliga kolvetnisframlei:slu á føroyskum øki. Royndarboringar ver:a næsta summar.
Á fiskivinnuøkinum ver:a fiskidagarnir komandi ár uppgjørdir á annan hátt. Frá at rokna í døgum, ver:ur nú rokna: í tímum. Landsst!ri: arbei:ir vi: at gera fiskivinnuna bur:ardyggari, so at fiskatilfeingi: ver:ur gagnn!tt til fulnar.
Landsst!ri: mælir til, at ni:urskur:urin í fiskidøgum komandi fiskiár ver:ur 2%. Harumframt ver:ur mælt til, at fiskidagatali: fyri ymisku vei:ibólkarnar ver:ur lækka:, solei:is at broytingin í útrokningini ikki økir vei:itr!sti:.
Vit fara í heyst at áseta neyvari reglur um fiskiskapin eftir svartkjafti undir Føroyum, millum anna: so at svartkjaftaskip ikki sleppa at royna, har hjávei:a av botnfiski er ov stór.
Landsst!ri: leggur dent á at var:veita og menna verandi møguleikar, sum fiskivei:uavtalur vi: onnur lond og millumlanda felagsskapir geva. Harafturat ver:ur arbeitt vi: at útvega fjarfiskiflotanum n!ggj vei:urættindi.
Landsst!ri: fer at or:a ein yvirskipa:an orkupolitikk og dagføra lóggávuna vi:víkjandi framlei:slu, flutningi og sølu av ravmagni, so at framtí:ar orkuútbygging fer væl vi: náttúruni.
Løgtingi: hevur samtykt n!ggja havumhvørvisverndarlóg, og í næstum ver:a kunnger:ir settar í gildi, sum fara at áleggja skipum og bátum at avhenda burtur-kast, oljuleivdir og spillivatn til móttøkustø:ir á landi.
Tørvur er á munagó:um framtøkum á almanna- og heilsuøkinum, bæ:i vi:víkjandi lóggávu og tænastum.
Arbeitt ver:ur vi: at or:a ein yvirskipa:an barna- og ungdómsmentanarpolitikk eins og ein almennan ítróttapolitikk.
Landsst!ri: arbei:ir somulei:is vi: einum pensjónsreformi, sum skal byggja á tríggjar súlur: Fólkapensjónina, samhaldsfasta og eina eftirlønaruppsparing eftir avtalu millum løntakarar og arbei:sgevarar.
Gjørd ver:ur ein verklagslóg fyri at nøkta tørvin á røktarheims- og samb!lisplássum til eldri. Harafturat skulu tær ymisku skipaninar í eldrarøktini samansjó:ast, so at ábyrgdarb!ti: kann gerast grei:ari.
Ein fólkaheilsupolitikkur fyri komandi tr! árini ver:ur nú or:a:ur, sum millum anna: leggur dent á lívsdygd og heilsu. Byrja: ver:ur í skúlunum, har børn kunnu fáa frukt og grønmeti. F!ra mió. kr. eru settar av til hesi átøk í ár.
N!ggi bústa:arpolitikkurin er eitt av t!dningarmiklu átøkunum hjá landsst!rinum. Fari: er nú undir at nøkta stóra tørvin á fjølbroyttari bústa:arbygging, og fyrsta stigi: ver:ur at umskipa Húsalánsgrunnin og Íbú:agrunnin til eitt partafelag. Samstundis ver:ur fari: undir næsta stigi: vi: at gera eina lóg um lutaíbú:arfeløg.
Fyrsta skúlatilbo: til menningartarna:ar næmingar, sum eru lidnir vi: 9. flokk, er nú veruleiki. Í junimána:i var: hesin skúli, sum liggur í Runavík, tikin í n!tslu.
Arbeitt ver:ur vi: at fremja umfatandi broytingar á sernámsfrø:iliga økinum, har rá:gevingin ver:ur flutt nærri at brúkaranum, og tiltøkini kring einstaka barni: ver:a samskipa:. Fyrireikingar ver:a gjørdar at seta á stovn royndarskipan vi: einari sertænastueind í Eysturoynni og einari í Tórshavnar kommunu.
Skúlin á Trø:ni ver:ur almennur serskúli vi: egnum skúlastjóra, skúlast!ri og egnari játtan frá 1. januar í 2006.
Eitt t!dningarmiki: mál, sum hevur fingi: mikla umrø:u, og sum ta: er átrokandi at grei:a, eru trupulleikarnir vi: arbei:s- og uppihaldsloyvum. Ein útlendingapolitikkur ver:ur tilevna:ur, sum hevur so brei:a politiska undirtøku sum gjørligt.
Kommunala sjálvst!ri: og ábyrgdin skulu styrkjast, so at vit fáa grei:ari skilna: millum landsuppgávur og kommunuuppgávur. Fyri at skipa hesa tilgongd mugu kommunalu eindirnar ver:a nóg stórar til at kunna átaka sær uppgávur at umsita sjálvstø:ugt. Vi: mongu samanleggingunum, sum hava veri: seinastu tí:ina, er longu komi: væl ávegis.
Virknan uttanríkispolitikk
Dagurin í dag er søguligur!
Yvirtøkulógin og uttanríkispolitiska lógin, tvær lógir, sum ví:ka um okkara heimildir og styrkja okkara sjálvst!ri, koma í gildi í dag.
Á ólavsøku í fjør bo:a:i eg frá, at sjálvsst!rismáli: skuldi gerast ein søk fyri ta brei:u fjøldina, har føroyingar sjálvir taka avger:irnar. Vi: yvirtøkulógini kunnu vit siga, at hetta nú er veruleiki. Sjálvsst!rismáli: er vor:i: okkara. Nú stendur ta: til føroyingar sjálvar at gera av, nær málsøki skulu yvirtakast.
Vi: uttanríkispolitisku lógini, sum gevur okkum heimild til at samrá:ast egna vegna, og vi: Fámjinsskjalinum, sum tryggjar ávirkan Føroya á uttanríkis- og trygdarpolitisk mál, kunnu vit nú virka munandi meira sjálvstø:ugt og ver:a sjónligari í uttanríkispolitikki. Hetta er eisini ein avgerandi fyritreyt, nú vit skulu vera vi: í alheimsger:ini.
Landsst!ri: fer at yvirtaka tey málsøki, sum ta: heldur vera rætt og ney:ugt at yvirtaka. Tey fyrstu ver:a fjølmi:laábyrgdarlóg, upphavsrættur, vinnulóggáva og tilbúgving. Fólkakirkjan er stóra yvirtøkan, sum samgongan hevur sett sær fyri. Fólkakirkjan ver:ur á føroyskum hondum 1. januar í 2007.
Danska stjórnin hevur nú skrivliga vi:urkent, at Føroyar eru tjó: vi: sjálvsavger:arrætti sambært altjó:arætti. At so er, hava vit ongantí: ivast í.
Hesar bá:ar lóggávurnar hava fingi: drúgva og til tí:ir rættiliga hvassliga vi:ger:. Ja, vit sóu fyri fyrstu fer: eitt misálit á ein løgmann í kjalarvørrinum á hesari tingvi:ger:.
Ta: eru vit, sum taka avger:irnar, og ta: er gjøgnum løgtingsins avger:ir, at vilji fólksins kemur til kennar. Tí var ta: so umrá:andi, at vit ikki iva:ust, men hildu rimmarfast um okkara fatan, sum løgtingi: eisini samtykti vi: lóg.
Vit síggja nú donsku stjórnina vi:urkenna, at føroyingar og danir hava ymiska fatan av formligu vi:urskiftunum landanna millum, og ta: sigur hon seg hava vir:ing fyri.
Stjórnarskipanarnevndin fer nú undir aftur arbei:i sítt og leggur fram álit á:renn 31. desember í 2006. Stjórnarskipanin fer millum anna: at áseta, hvussu vit skulu bera okkum at, um vit velja at siga upp verandi ríkisrættarligu stø:u okkara.
Harra forma:ur.
Landsst!ri: hevur nógv jørn í eldinum.
Vit hava ítøkiligar ætlanir um at grei:a dagsins trupulleikar, men so sanniliga eisini ítøkiligar ætlanir um langtí:arloysnir, sum skulu bera samfelagi: fram.
Mong mál, nógvar ætlanir og stórar avbjó:ingar. Ta: er okkara politiska dagsskrá, og vit n!ta høvi: at bjó:a øllum gó:um kreftum til at lyfta saman vi: okkum.
Eg vóni, at henda tingsetan kann gerast ein n!ggj byrjan, har vit saman - andstø:a og samgonga - arbei:a fyri, at okkara samfelag ver:ur eitt av heimsins bestu.
Vi: hesum ynski eg øllum Guds signing, eina gó:a tingsetu og eina gó:a ólavsøku.