Framløga av Hvítubók

-

Framløga av Hvítubók


Føroya Landsstýri boðar frá, at Hvítabók verður løgd fram tann 1. september. Framløgan verður á parnassinum á Hotel Hafnia.

Skráin verður hendan:

Kl. 8.45: Rúni Joensen, leiðari av verkætlanini, bjóðar vælkomin.

Kl. 8.50: Hvítabók verður formliga handað Høgna Hoydal, landsstýrismanni í sjálvstýrismálum.

Kl. 8.55: Høgni Hoydal sigur nøkur orð.

Kl. 9.00: Herluf Sigvaldsson, formaður í sáttmálanevndini, leggur fram niðurstøðurnar í Hvítubók.

Kl. 9.40: Reidar Nónfjall, formaður í búskaparnevndini, leggur fram niðurstøðurnar í búskaparfrágreiðingini.

Kl. 10.40: Barbara á Tjaldrafløtti, samskipari av fyrisitingarbólkinum, Kaj Johannesen fyri Fíggjarmálastýrið, Heðin Weihe fyri Fiskimálastýrið, Bjarni Bjarnason fyri Vinnumálastýrið, Jeanette Blåsvær fyri Undirvísingar- og mentamálastýrið og Birita Petersen fyri Almanna- og heilsumálastýrið leggja fram niðurstøðurnar í fyrisitingarfrágreiðingini.

Kl. 11.10: Anfinn Kallsberg, løgmaður, leggur fram landsstýrisins ætlan fyri ta víðari gongdina í sjálvstýrismálinum.

Alt framløgutilfarið verður útflýggjað fjølmiðlunum. Frágreiðing løgmans verður eisini tøk á donskum og enskum.