Framkomnar lásaskipanir

Hósdagin 3. september var ein framsýning við nýggjastu og mest framkomnu lásaskipanum á Hotel Hafnia.

Tað var føroyska fyritøkan Bygningssnikkaravirkið BSV í samstarvi við Carl F international sum skipaði fyri framsýningini.


Ymisk sløg av lásaskipanum vórðu sýnd fram sum t.d. “EVVA EPS”, sum er ein framkomin mekanisk lásaskipan, har BSV lætt kann umleggja sylindarar, um lykilin blívur burtur.


“Salto Wireless” er ein nýggjheit til elektronisk atkomueftirlitskipan, og tí kann BSV nú eisini bjóða fram eina tráðleysa loysn. d-line “Fit in seven seconds” er ein heimsnýggjheit. Talan er um fyrsta hurðagreb í heiminum, sum kann monterast heilt uttan amboð upp á bert 7 sekund.


Bygningssnikkaravirkið BSV er ein fyritøka, sum varð stovnað í 1973 undir navninum Snikkaravirkið í Stoffalág. Í 1980 varð flutti virkið í nýggjan bygning á Smyrilsvegi 4 og broytti navn til P/F Bygningssnikkaravirkið BSV. Vilhelm M. Johannesen var stjóri øll árini til 2007, tá Helgi Johannesen tók yvir sum stjóri.