Framkomin Kawasaki við ABS

Kawasaki í Japan eru komnir á marknaðin við einari heilt nýggjari motorsúkklu. Talan er um Versys við ABS bremsum. Kawasaki vænta sær nógv av hesi tekniskt framkomnu motorsúkklu

Japanska Kawasaki verksmiðjan hevur eitt stórt programm við nógvum ymiskum motorsúkklum. Nýggjasta súkklan á marknaðinum er Versys við m.a. ABS-bremsum. Súkklan fæst eisini uttan ABS, men tær 7.000 krónurnar, sum ABS bremsurnar kosta eyka, eru absolutt ein góð íløga, tá hugsað verður um trygdina.


Málsetningurin við Kawasaki Versys var at gera eina tekniskt framkomna motorsúkklu við trygdini í hásæti, tí fæst hon m.a. við ABS-bremsum. Fyrimunurin við ABS-systeminum er, at bremsurnar ikki læsast (blokera) undir eini uppbremsing, soleiðis at eingin trupulleiki er at koyra uttan um óvæntaðar forðingar á koyribreytini.


Súkklan tekur seg væl út og er góð at sita á og koyra. Koyriegineikarnir eru heilt í topp, eisini við ferð í svingum. Instrumentini eru løtt at avlesa undir koyring.


Motorurin er ein 2 syl. 649 ccm og 64 hk við 8.000 snún/min. Súkklan koyrir frá 0-100 km/t upp á 4,3 sek og toppferðin er 190 km/t. Girskiftið og koblingin eru sera løtt at handfara, eisini undir uppspiting.


FDM hava royndarkoyrt Kawasaki Versys, og siga teir m.a. “Versys er en inspirerende køremaskine for dem der elsker at køre motorcykel”.


Kawasaki Versys kostar kr. 91.995,- (við ABS) og kr. 84995,- (uttan ABS). Á heimasíðuni hjá MC-Søluni: www.mc-solan.fo eru upplýsingar um úrvalið av t.d. motorsúkklum og skutarum og hópin av leikjum til aðrar MC-síður.