Framkomin gáva til Suðuroyar Sjúkrahús

Lions Klubburin í Suðuroy hevur nú latið Suðuroyar Sjúkrahúsi ein kekk upp á 12.000 krónur, sum er brúktur til at útvega sjúkrahúsinum eina serliga framkomna súkklu.

Talan er um eina súkklu, sum bæði verður brúkt til førleikamennandi endurvenjingar í sambandi við ymsar sjúkur og til at stimbra og mýkja liðir og vøddar hjá fólki, sum hava tørv á tí av ymsum orsøkum.

Talan er um eina súkklu, ið nevnist Reck Motomed Viva2 Parkinson súkkla

Vanliga verður hon bara nevnd ein parkinson- súkkla og í tí liggur, at hon er serstakliga vælhóskandi til sjúklingar til Parkinson.

Tað patenta við hesi súkkluni er, at hon hevur motor og kann bæði stillast til at sjúklingurin súkklar við egnari megi. Men hon kann eisini stillast til at súkkla fyri sjúklingin, so at hann bara fylgir við, sigur Sára Danielsen, fysioterapeutur á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

- Eitt dømi er, at súkklan kann stillast at súkkla við 90 snúningum um minuttin og tað er tað, sum skal til at tað frígevur dopamin, sum er tað evni, parkinsonsjúklingar mangla

- Úrslitið av slíkari venjing er sostatt, at gongulagið hjá sjúklingar við parkinson verður stimbrað, umframt at allur kropsbygnaður batnar.

Men sjúklingar við gikt, hava eisini stórt gagn av venjing á hesi súkkluni.

- Sjúklingar, sum hava havt heilabløðing og eru viknaðir í aðrari síðuni, kunnu stilla súklluna at skráseta, hvussu nógva styrki hann brúkar í sjúkku síðuni og teirri røsku síðuni sigur Sára Danielsen, sum leggur afturat, at súkklan skrásetir eisini spasmur.

Á myndini eru tað umboð fyri Lions og Suðuroyar Sjúkrahúsi, tá ið gávan varð handað.

Frá vinstru eru tað Óli Holm og Bogi Mortensen frá Lions, Guðrið Mortensen og Sára Danielsen, fysioterapeutar, Jens Petur Brattalíð og Einar Larsen frá Lions, og á sjálvari súkkluni situr Martin í Nesi, Lions forseti í Suðuroy.