Framkomið vegastrekki

Við nýgerðini av R.C. Effersøesgøtu, SMS vegnum, hevur Havnin fingið kanska mest framkomna vegastrekkið í landinum

Stórar broytingar eru hendar á omanfyrinevnda vegastrekki, eftir at býráðið fyri góðum hálvum ári síðani gjørdi av, at nú skuldi okkurt gerast við vegin.

Vegastrekkið taldist tá millum tey vandamestu í landinum, og eisini vóru ferðsluvanlukkur hendar. Serliga við gonguteigin út fyri niðaru innkoyringina til SMS.


Rundkoyring mátti til

Tíðliga í málsviðgerðini varð greitt, at ein rundkoyring skuldi gerast á økinum, men umframt hetta, so eru eisini fleiri aðrir hentleikar við vegnum. Hentleikar, ella snildir, sum allar hava til endamáls at gera teinin tryggari at ferðast á.

Bogi Haraldsen, býarverkfrøðingur, greiðir frá, at aðalmálið við nýgerðini var at fáa ferðina á ferðsluni niður. Frammanundan høvdu ferðslumátingar hjá býráðnum sýnt, at tað koyrdu omanfyri 11.000 bnilar um samdøgrið eftir vegnum, og ferðin á hesum var ikki lítil. Eitt nú nevnir hann, at smb. mátingunum, koyrdu bilar við upp til 130 km/t, meðan mátingarnar vórðu gjørdar.

Rundkoyringin sjálv er ein liður í royndunum at fáa ferðina niður, tí bilar fáa sjálvsagt ikki koyrt eins skjótt eftir vegnum, tá ein rundkoyring er á vegnum.

Harumframt er vegastrekki eisini smalkað, umframt at ein snaring er millum báðar innkoyringar til SMS, sum eisini er viðvirkandi til, at ferðin gerst lægri.

Í sambandi við rundkoyringina nevnir Bogi annars, at enn er arbeiðið við hesi ikki heilt liðugt. Ætlandi skal sjálv rundkoyringin hækkast, soleiðis at hon liggur hægri enn sjálvur vegurin, fyri á henda hátt at fáa bilarnar at seta ferðina enn meira niður.


Eisini tryggari at ganga

Umframt at fáa ferðina niður, eru gonguteigarnir eisini gjørdir tryggari. Onkur hevur annars funnist at, at høgar steinsetingar eru, tá komið er í helvt á gonguteiginum, men eisini hetta er við beráddum huga.

Hugskotið við hesum er nevnliga, at tað bert skal ferðast um eina vegsíðu í senn. Harumframt verða gongufólk noydd at snara sær móti ferðsluni, tá komið er út millum koyribreytirnar, soleiðis at síggjast kann, um nakar bilur er á veg.

Umframt gongufólkið, er eisini hugsað um súkklufólkið, tí hesi hava nú eisini fingið eina breyt at súkkla á. Hvørt hetta verður vanlig siðvenja í framtíðini, dugdi Bogi Haraldsen ikki at siga, men hann segði tað tó vera væl hugsandi, at hetta verður gjørt á ávísum strekkjum.


Skal verða roksut

Umframt sjálvt aðalmálið, er ætlanin hjá býráðnum eisini, at ein størri partur av ferðsluni, og serliga tungu ferðsluni, skal beinast yvir á Ringvegin. Enn er hesin ikki heilt liðugur, men væntandi kann koyrast eftir Marknagilsvegnum aftur einaferð í heyst ella vetur.

Tað kann kanska tykjast irriterandi hjá bilførarum og øðrum, at so nógvar forðingar eru á SMS vegnum, men hesum hevur Bogi einki ímóti: Eru tað bilførarar, sum ikki tíma at koyra eftir vegastrekkinum, og heldur velja Ringvegin, so er okkara endamál rokkið, heldur hann fyri.

Hann heldur tað tó enn vera ov tíðliga at meta um, hvørt ætlanin er væleydnað ella ikki. Spurdur, um heldur hetta vera mest framkomna vegastrekki í landinum, svarar Bogi, at tað torir hann einki at siga um. Hann sigur seg tó vóna, at vegastrekki nú verður tryggari, og í øllum førum hava tey roynt at gera tað so trygt sum gjørligt.

Enn fyriliggja ikki nýggjar ferðslumátingar fyri vegastrekkið, men tá hesar verða gjørdar, ber helst til at gera eina neyvari eftirmeting av arbeiðinum.di - altso tað, sum vanliga verður kallað meira intellektuellar listarleiðir - tað síggja vit ikki so nógv til her í Føroyum, sigur Jens Frederiksen og leggur afturat, at enn verður føroysk list dominerað av ekspressionismu, ið er tengd at náttúruni.

- Tað er tann listarleiðin, ið enn fyllir mest í myndini av føroyskari list. Man kann so sjálvur grunda yvir hví so er, sigur Jens Frederiksen, formaður í dómsnevndini til ólavsøkuframsýningina og leggur at enda afturat.

- Men tað hendir nógv beint og nú, og um tíggju ár vænti eg, at alt sær nakað nógv øðrvísi út. frásagnirnar um øll tey undurverk, sum hendu, tá ið Ólavsøkan var hildin í dómkirkjuni í Niðarósi.


Mangt umskiftist, meðan stundir líða. Aðrar tíðir komu, og siðurin at halda Ólavsøku varð avlagdur allar staðir.

Bert í einum landi hevur siðurin staðið við alla tíðina og ger tað enn, og tað er her hjá okkum í Føroyum.

Ólavsøkan í Føroyum hevur tey eyðkenni, sum sipa aftur til sjálvt virki Ólavs kongs hins heilaga. Hesir báðir høvuðstættirnir eru í Ólavsøku okkara: hon er ein tjóðskapligur samkomudagur og ein kirkjuligur hátíðardagur.


Nógv er í landi og fólki okkara, sum skilir sundur.

Fólkið býr spjatt í oyggjum og avbygdum, firðir og fjøll skilja og byrgja, og sundurlyndið er sterkt í fólki okkara.

Ólavsøkan hevur hildið saman. Frá gamlari tíð eru tey úr øllum bygdum komin til Havnar á Ólavsøku, til ting og stevnur, til fundir og samkomur, til leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Ólavsøkan hevur verið ein samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara, hon hevur staðið sum eitt merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt sameint fólk. Tann týdningur kann illa metast, sum Ólavsøkan á henda hátt hevur haft fyri fólk okkara gjøgnum tíðirnar sum tað felagsband, sum bant fólkið saman; og hetta hevur haft sín stóra týdning fyri mál okkara, fyri kvæðini, dansin, søgurnar, okkara heimligu siðir, alt okkara føroyska fólkalív.


Men uppi yvir øllum hesum stendur kirkjan. Ólavsøkudagur hevur allar tíðir verið ein kirkjuligur hátiðardagur.

Hann er ein krossmerktur dagur. Okkara gamla løgting, sum altíð hevur verið hildið í Havn, í elstu tíðum á Tinganesi, seinri á øðrum støðum, var í fyrstuni vígt av Tórs hamri, men síðan er tað signað av hinum heilaga krossi.


Enn verður løgtingið sett Ólavsøkudag á hvørjum ári og fær vígslu sína undir krossmerkinum.

Enn ganga tingmenn og prestar í skrúðgongu úr tingstovuni og innar í kór í kirkjuni og síðan aftur i tingstovuna.

Enn verður hvønn Ólavsøkudag hildin guðstænasta í Havnar kirkju, og prestarnir í oyggjunum skiftast um at prædika hvør aftan á annan ár eftir ár sum ein vitnisburður um, at eisini i kirkjuligum týdningi eigur at vera ein heild, ein felagsskapur.


Tá ið tað viðhvørt er skotið upp, at Ólavsøkan ikki átti at verða hildin bert í Havn, soleiðis sum siðurin allar tíðir hevur verið men eisini úti á bygdunum, so er hetta ein misfatan av sjálvum grundartankanum í Ólavsøkuni; tí at við tað at hon bert verður hildin á einum staði, stendur hon sum felagsmerkið og sameiningarfundurin fyri alt fólk

okkara bæði kirkjuliga og tjóðskapliga.

"Fram, kristmenn, krossmenn, kongsmenn!" Soleiðis ljóðaði herrópið hjá monnunum hjá Ólavi kongi á Stiklastøðum.

Hesi orð skulu enn minna okkum á, at vit sum eitt sameint fólk í trúskapi og samhuga røkja og verja land okkara, at krossurin má standa uppi yvir øllum starvi okkara, og at vit í øllum lutum verða leidd og stýrd av anda Krists.


J. Dahl