Felagið av Toftum spennir seg veruliga út til komandi kappingarár. Í dag boðar felagið frá, at tað hevur knýtt Emmanuel Ukpai at hópinum fyri komandi ár. Framherjin hevur spælt við millum annað Esbjerg, Frem og FC Fyn í Danmark.
Emmanuel Ukpai er 24-ára gamal og úr Nigera. Hann skjeyt sambært heimasíðuni hjá B68 22 mál í 46 dystum fyri Ølstykke FC, sum hann umboðaði seinast. Heimasíðan sigur víðari, at talan er um skjótan og málrættaðan framherja, ið felagið hevur tryggjað sær.
B68 hevur longu styrkt sær hópin til komandi kappingarár við Einari T. Hansen og Jústinusi R. Hansen úr NSÍ, Hansi Jørgensen úr 07 Vestur og Henningi Joensen úr FC Suðuroy. Bill M. Jacobsen takkaði fyri seg eftir fimm ár sum venjari eftir kappingina í ár, og í hansara stað er komin fyrrverandi NSÍ venjarin, Pauli Poulsen.
(Mynd: www.b68.fo)