Framherji keypt Hercules

Fyrri trolarin hjá Thor, sum eldur kom í, er nú seldur. Keypari er felagið Framherji á Toftum

Skipakeyp

 

Anfinn Olsen, reiðari, váttaði seinnapartin í gjár, at Framherji hevur keypt verksmiðjutrolaran Hercules frá Tryggingarfelagnum Føroyar.

- Keypið fór fram í mikudagin, so enn er alt so nýtt.

Reiðarin var í eini aðrari telefon, tá vit høvdu orð á hann, men hann váttaði, at Framherji hevur keypt skipið.

Hercules liggur í Chili. Hetta var tað fyrra skipið hjá felagnum Thor í Hósvík, sum eldur kom í.

Portalurin hevur frætt, at keypsprísurin er 36 miljónir krónur.

- Um tit hyggja, síggja tit, hvat vit hava keypt skipið fyri, sigur reiðarin, sum ikki beinleiðis vil vátta keypsprísin, men heldur ikki afturvísir, at 36 miljónir krónur er rætta talið.