Framhaldsdeild er ein sympatiskur tanki

Fimleikarhøllin í Sankta Frans skúla var á tremur við fólki í gjár, har Foreldrabólkurin í skúlanum hevði tikið stig til ein pallborðsfund við býráðslimunum. Stig varð tikið til fundin, tí foreldrini eru ónøgd við tí viðferð, ið eitt ynski um framhaldsdeild í skúlanum, hevur fingið frá sitandi býráði.


Ein teirra, ið var á fundinum í gjár var Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi. Ì lesarabrævi í dag staðfestir hann, at hann stuðlar ynskinum hjá foreldrunum.


- Sjálvur førdi eg fram tað sjónarmið, at tað er ein sympatiskur tanki at fáa framhaldsdeild í Sankta Frans skúla. Hetta er ikki nakar lítil skúli, og hann kann lagast til framhaldsdeild eisini. Haldi, at tað hevur týdning at fáa framhaldsdeild í hendan einasta skúlan í einum miðbýi, sum fyrr uddi í børnum, men nú er nærum tømdur fyri børn.


Býráðslimurin staðfestir eisini í skrivinum, at tað virkaði at skipa fyri fundinum, tí býráðið hevur avgjørt at viðgera málið av nýggjum.


- Hugsanirnar vóru ójavnar, men í høllini var lítil ivi um, hvat hugurin hjá foreldrum og lærarum við Sankta Frans skúla stendur til. Sjónarmiðini vóru so mikið greið, at fundurin endaði við einum lyfti um, at býráðið tekur spurningin um framhaldsdeild í Sankta Frans til viðgerðar fyri summarfrítíðina.


Les alt skrivið við at trýsta á her.