Framhaldandi sjálvstýri ella loysing

Í Oyggjatíðindum frá 1. desember í ár, skrivar Mannbjørn J. Jacobsen millum annað, at í dag er ikki óvanligt, at tosa um sjálvstýri, sum tað øvugta av sambandi

Eg havi, eins og Mannbjørn hoyrt hetta óskiljandi tos, sum eftir mínum tykki er heilt burturvið. Nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum gevur okkum munandi meira sjálvstýri, enn loysingin nakrantíð kemur at geva. Allar kanningar, sum higartil eru komnar á borðið prógva henda veruleika.

Eitt sjálvstýri, sum tekur burtur tað persónliga- og tað fíggjarliga frælsið hjá tí einstaka, er einki sjálvstýri, og tískil vil loysingin og fullveldið geva okkum munandi minni sjálvstýri enn Nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum gevur.

Mannbjørn skrivar eisini um dansktsinnaði sambandsfólk í Javnaðarflokkinum. Fólk ið líkjast ov nógv dønum, og sum ikki kennast við føroyingar.

Harra Mannbjørn J. Jacobsen. Hatta er ein sera grov ákæra. Eg havi ongantíð hoyrt um- og kenni heldur ongan føroying, sum ikki vil kennast við sínar landsmenn. Eg trúgvi heldur ikki, at nakar slíkur persónur er at finna í Tjóðveldisflokki-num.

Men hinvegin er stórur vandi fyri, at slíkur málburður kann koma fyri í framtíðini, um Tjóðveldisflokkurin fær sín politiska vilja. Tí hvat fara okkara góðu landskvinnur og landsmenn at siga, tá ið tey aftur vera noydd at fara í útlegd vegna loysing, sum ikki gevur pláss til allar føroyingar her heima ?

Nær lærir Tjóðveldisflokkurin at tann besti politikkurin er tann, sum gevur øllum føroyingum pláss, rættindi, tryggleika og møguleikar her heima í okkara góða landi ? Tann politikkurin er samríkispolitikkurin, sum Sambandsflokkurin stendur á odda fyri.

Trygvi F. Guttesen