Framgongdin førdi Toyota á tindin

Tann framgongdin sum Toyota hava havt um allan heimin seinastu mongu árini hevur í ár ført teir heilt á tindin sum heimsins størsti bilaframleiðari. Orsøkin til hesa framgongd er helst at finna í eini einfaldari filosofi

Meðan fleiri bilframleiðarar stríðast við trupulleikar sum yvirkapasitet, undirskot og minkandi sølu, vísir tað seg sum at Toyota eru heilt suverenir – teir hava stóra framgongd og eru nú á odda sum heimsins størstu bilaframleiðarar.


Framgongdin hjá Toyota hevur bæði nakað við japanskan mentalitet at gera og eina filosofi, ið hevur ført verksmiðjuna, sum gjørdi vevar til klædnaídnaðin, áðrenn hon legði um til bilaframleiðslu fyri umleið 70 árum síðan, fram til at verða heimsins størsti bilaframleiðari.


Toyota nýta eina japanska filosofi »Genchi Genbutsu«, sum er grundarlagið undir allari menningini av konsernini. Genchi Genbutsu gongur í stuttum út upp á at øll í fyritøkuni, starvsfólk og leiðsla, seta sær nøkur mál, sum tey síðan samstarva um eftir eini ávísari tíðarætlan. Um trupulleikar stinga seg upp, skulu teir kannast beinanvegin og loysast á staðnum. Genchi Genbutsu filosofiin er sera einføld, men hon tó hevur ført Toyota heilt upp á tindin.


Sølan av Toyota produktum veksur um allan heim, samstundis sum teir hava stórar ætlanir fyri framtíðina. Allar teirra verksmiðjur kring heimin skulu víðkast og dagførast komandi árini. Toyota presidenturin, Katsuaki Waranabe, sigur, at framleiðslan skal nútímansgerast og rationaliserast upp aftur meira, og allar verksmiðjurnar fáa nýggjastu og mest framkomnu tøkni. Ein spildurnýggj framkomin bilverksmiðja, sum skal verða ein fyrimynd hjá øðrum verksmiðjum, verður í løtuni bygd í Japan og tikin í nýtslu í juli 2008.


Eitt av fremstu málunum hjá Toyota er, at C02- útlátið skal minkast munandi og bilarnir skulu gerast meira økonomiskir. Teir leggja seg alla tíðina eftir at gera bilar, sum hóska til teir ymisku marknaðirnar. Luksusbilmerkið Lexus, sum higartil einans hava verið seldir til ávísar marknaðir, skulu nú seljast globalt. Í USA er hevur Lexus í fleiri ár verið mest seldi luksusbilur.


Eftirspurd dygdarvøra


Tann 28 oktober vóru 70 ár liðin síðan Toyota Motor Company í Japan varð stovnað í 1937. Hetta var góð tvey ár eftir at fyrsta prototypan, modell A1, var gjørd í 1935


Stovnarin av Toyota Motor Company var Kiichiro Toyoda, sum saman við pápanum Sakichi Toyoda hevði rikið fyritøkuna Toyoda Spinning & Weawing Ltd., sum m.a. framleiddi Toyoda G-type vevar, sum teir høvdu patent upp á.


Í 1936 byrjaði framleiðslan av bilum við modell AA. Sama árið skifti verksmiðjan eisini navn frá Toyoda til Toyota. Fyritøkan eitur í dag Toyota Motor Corporation.


Hóast Toyota hava framleitt bilar síðan 1936, komu teir ikki til Evropa fyrr enn í 1963 og fyrsti Corolla, sum bleiv ein av heimsins mest seldu bilum, kom á marknaðin í 1966. Japansku bilarnir, sum komu til Evropa í 60-unum, settu heilt nýggjan standard fyri slitstyrki og kvaliteti og kollveltu bilaframleiðsluna í øllum Vesturheiminum.

Eitt av hesum bilmerkjum var Toyota.


Her hjá okkum komu Toyota eisini í 1963, tá Rósing Rasmussen í Runavík umboðaði teir. Síðan 1980 hava Reyni Service selt Toyota, sum í mong ár hava verið mest selda bilmerkið í Føroyum.


Í dag er Toyota ein eftirspurd dygdarvøra um allan heim. Bilar sum verða seldir upp á at teir eru ein rakstrartryggir og álítandi kvalitetsbilar. Interbrand og Businessweek í USA hava nýliga kunngjørt, at Toyota er tað virðismiklasta bilmerki í heiminum við einum virði upp á 183 milliardir krónur og sum nummar seks á listanum yvir tey virðismiklastu merkini í heiminum yvirhøvur. Fremst eru tey trý amerikonsku merkini Coca-Cola, Microsoft og IBM.