Framgongd hjá ÍF Føroyum hondbólti

Føroyska hondbóltsfelagið í Danmark hevur framgongd

Hondbóltsfelagið fyri føroyskar útisetar í Keypmannahavn sær út til at halda áfram við góðu gongdini frá seinasta kappingarári. Fyrst í september mánaði byrjaði venjingin hjá ÍF Føroyar hondbólti aftur aftaná eina heldur langa summarferiu. Hetta er vanligt hjá føroysku útisetunum, av tí at fleiri leikarar ikki koma aftur til DK fyrr enn síðst í august. Felagið hevði eins og í fjør meldað trý lið til donsku landskappingina - tvey manslið og eitt kvinnulið. Tað sást tó skjótt, at undirtøkan hjá damunum er vaksin rættuliga nógv í mun til í fjør. Tí bleiv tað bleiv avgjørt at melda eitt kvinnulið afturat til kappingina. Hetta merkir, at felagið í ár hevur fýra lið tilmeldaði, sum eisini er met hjá felagnum.
- Grundin til góðu positivu gongdina kemst serliga av, at fleiri einstaklingar hava bjóðað seg fram at hjálpa til við at fáa bæði tað fíggjarliga, ítróttarliga og sosiala at ganga upp í eina hægri eind, sigur Helgi Justinussen, formaður í felagnum.
- Karmarnir til at spæla hondbólt eru blivnir nógv betri enn undanfarin ár, og umtalan í og rundan um felagið er positiv. Tað smittar eisini av sær, at fleiri av liðunum hjá felagnum rykkja upp í hærgri deildir. Samanumtikið gongur tað framúr gott í felagnum, og vónirnar fyri framtíðina eru bjartar, sigur formaðurin í felagnum.

Menninir heldur slaka byrjan

Í mun til tey donsku feløgini so byrjar venjingin hjá ÍF Føroyar rættuliga seint. Hetta merkir, at spælararnir ikki eru í eins góðum formi, sum spælararnir hjá teimum donsku feløgunum. Tað er kanska serliga samanspælið, sum ikki er eins gott og tað kundi verið. Hetta sær tó út til at vera fortíð nú, tí bæði mansliðini eru komin í góðar stimar. 1. liðið liggur í núverandi løtu á einum 4. plássi, við einum stigi minni enn nummar 2 og 3, meðan 2. liðið liggur á einum deildum 2. plássi.
- Nógv kann henda enn og ambitiónin hjá felagnum er at bæði mansliðini skulu vera við til at kappast um upprykking, sigur Helgi Justinussen.

Kvinnurnar við í toppinum

Besta kvinnuliðið liggur á triðja plássi, meðan 2. liðið hjá kvinnunum enn er ósigrað. Genturnar hava í ár nógv fleiri spælarar enn farna ár, og onkur av teimum nýggju spælarunum hevur eisini fingið landsliðsboð.
- Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein ÍF Føroyar spælari hevur fingið landsliðsboð. Tað skuldi gjarna givið eina lítla ábending um, at fleiri av okkara spælarum hava rættuliga høgt støði. Damurnar hava eisini sett sær fyri at vera við í toppstríðnum í ár, og vónandi klára tær at rykkja eina deild upp, sigur Helgi Justinussen víðari.

Ikki bara hugni í ÍF Føroyum

- Tað er rættuliga umráðandi at staðfesta, at ÍF Føroyar hondbóltur er eitt áhugafelag og at útskiftingin í felagnum er stór. Hetta er ein avleiðing av, at flestu spælararnir hjá felagnum eru undir útbúgving, og at nógvir spælarar koma og fara alt eftir sum teir flyta til og úr Keypmannahavn, sigur formaðurin í felagnum.
- Tað hevur fyrr verið snakkað um, at ÍF Føroyar er eitt ‘hugna-felag’. Hetta er partvís rætt. ÍF Føroyar er sum útgangsstøði eitt felag, sum skal samla føroyskar hondbóltsspælarar í Keypmannahavn. Útskiftingin í felagnum ger tað rættuliga trupult at halda eitt javnt høgt støðið. Samstundis er rættuliga trupult at fáa hallartíðir til venjingar. Av tí sama, so er endamálið ikki at reka eitt professionelt felag, men at skapa karmarnar so góðar sum møguligt fyri føroyskar hondbólts-útisetar. Endamálið má sigast at lýsa ‘hugna-felagið’ rættuliga væl, og tað er eisini ‘rætti’ parturin av hesari hugleiðing, greiðir Helgi Justinussen frá.

Her skal tó havast í huga, at ÍF Føroyar í dag eigur ein sterkari hóp enn nakrantíð, og at felagið bara sær út til at vaksa.
- Hugurin og viljin millum limirnir hjá felagnum ger, at støðið hækkar støðugt. Og so leingi sum felagið eigur eina vælvirkandi nevnd, so er einki til hindurs fyri, at felagið ikki skal klára at halda eitt javnt høgt støðið, sigur Helgi Justinussen.
Síðani manshondbólturin tók seg uppaftur í 2008 hevur felagið voksið seg rættuliga stórt, og karmarnir hjá spælarunum eru í dag nógv betri enn teir nakrantíð hava verið. Tað er ikki óhugsandi, at besta mansliðið kemur upp at spæla í 3. deild, og um tað hendir, so byrjar støðið hjá felagnum at líkjast tí, sum er at finna í bestu deildini í Føroyum.
- Felagið er sostatt í verandi løtu ikki bara eitt “hugna-felag”, men eitt seriøst felag, sum sær út til at kunna skapa góð úrslit. Tað er sjálvsagt, at um fleiri spælarar hjá ÍF Føroyum flyta heim, samstundis sum fáir nýggir spælarar koma til felagið, so kann nógv broytast. Hetta er tó ikki heilt ókent frá øðrum feløgum, sum eisini hava stór útsving í sínum úrslitum frá einum ári til annað. Tá alt kemur til alt, so er ÍF Føroyar í dag eitt rættuliga vælvirkandi felag við ambitiónum um góð úrslit. Og sum gongdin hevur verið higartil, so er einki sum bendir á, at felagið ikki kann útvikla seg víðari. Tvørturímóti so sær framtíðin sera bjørt út fyri føroyskar hondbóltsútisetar, greiðir Helgi Justinussen frá.

Flestu spælararnir, sum koma til felagið, hava fyrr spælt í bestu deildini í Føroyum. Støðið har ÍF Føroyar spælir í beint nú er eitt vet lægri enn tað er í Føroyum, metir Helgi.
- Tá tað er sagt, so høvdu fleiri spælarar hjá ÍF Føroyum kunna spælt í bestu føroysku deildini. Tað er ikki lætt hjá útisetum, sum raðfesta lesnaðin, at fáa tíð til at finna sær eitt nýtt felag, sum spælir á einum passandi høgum støði, venja fleiri ferðir um vikuna og berjast fyri at fáa álit frá venjaranum og harvið spælitíð á liðnum, sigur Helgi Justinussen.
- Fyri teir er ÍF Føroyar eitt rættuliga gott alternativ. ÍF Føroyar veit hvørjum vit taka ímóti, og vit vita eisini at fleiri leikarar fara heim aftur at spæla tá teir eru lidnir við lesnaðin í Keypmannahavn. Hetta ger tað eisini áhugavert fyri HSF og føroysku feløgini at hava gott samarbeiði við ÍF Føroyar hondbólt. Í ár eru minst seks fyrrverandi ÍF Føroyar spælarar, sum nú umboða minst 4 feløg í bestu føroysku mansdeildini, vísir Helgi Justinussen á.

Øll sum hava áhuga í ÍF Føroyar hondbólti, kunna fylgja við gongdini hjá felagnum á heimasíðuni www.hondboltur.dk, og á facebook síðuni “ÍF Føroyar Hondbóltur”. Og um tað er onkur sum hevur hug at venja við ÍF Føroyar hondbólti, ella hjálpa til uppá ein ella annan hátt, so er bara at seta seg í samband við ein av nevndarlimum felagsins, leggur Helgi Justinussen afturat at enda.