Framgongd í føroyska búskapinum

Seinastu tíðina hevur framgongd verið í føroyska búskapinum og hendan framgongd fer at halda fram.

Tað er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing hjá Fíggjarmálaráðnum í morgun.

Fyri at lýsa gongdina, hava vit eitt tal, tey nevna treystitalið og tað gevur eina ábending um, hvussu vinna og brúkarar meta støðuna beint nú og um gongdina seinast árið og tað næsta árið.

Hetta er tað, sum eisini veriður nevnt ein konjunkbarometrið.

Og frá januar til juni í ár er treystitalið hækkað úr 10 upp í 27.

- Húsagangirnir hjá Eik og Fiskavirking hava sett djúp spor, men hesar hendingar hava kortini ikki vent framgongdini til afturgongd.

- Heldur er føroyski búskapurin farin trý fet fram og tvey aftur seinasta hálvtannað árið.

Konjunkturkanningin er ein rættiliga umfatandi kanning, har flestu pílar í løtuni vísa rætta vegin.

Tí er niðurstøðan, at framgongdin fer at halda fram við minkandi arbeiðsloysi og vaksandi eftirspurningi.

- Vit eru tó langt frá støðuni í 2007, tá ið føroyski búskapurin var um at kóka yvir, staðfestir Fíggjarmálaráðið.

Í hesi nýggjastu konjunkturkanningini eru tað byggivinnan, tænastuvinnan og brúkararnir, sum trýsta treystitalið uppeftir, meðan tilfeingisvinnan og handilsvinnan hála niðureftir.