Framferðin hjá Ísrael minnir um nazistarnar

? Ísraelska framferðin at bróta niður húsini hjá palestinum minnir meg um tað, sum nazistarnir gjørdu ímóti mínum foreldrum, sigur ísraelski løgmálaráðharrin

Yosuf Lapid, løgmálaráðharri, kom við teimum hugvekjandi orðunum á einum stjórnarfundi um vikuskiftið, skrivar tíðindastovan AP. Har kravdi hann, at Ísrael skal gevast við at bróta húsini hjá palestinum niður alt fyri eitt.
? Hetta minnir meg um tað, sum nazistarnir gjørdu ímóti mínum foreldrum, segði ráðharrin. AP skrivar, at orðini hjá Yosuf Lapid vaktu stóran ans á stjórnarfundinum, og at hann mátti leggja rygg til nógvar og harðar atfinningar.
Aðrir ráðharrar greiddu aftan á stjórnarfundin frá, at løgmálaráðharrin hevði ikki borið Ísrael saman við nazistarnar, men at ein mynd av einari palestinskari kvinnu uttan fyri tey sundursoraðu húsini í Gaza hevði mint hann um tað, sum hendi ommu hansara undir Holocaust.
Sjálvur segði Yosuf Lapid, at tað ber ikki til at fyrigeva teimum, sum fara soleiðis við einari eldri kvinnu.
Sambært AP vóru teir víðgongdu ráðharrarnir á høgravonginum í øðini um orðini hjá løgmálaráðharranum. Ariel Sharon, forsætisráðharri, segði, at viðmerkingar sum tann hjá Yosuf Lapid eru sum at bera brenni á uppreistrarbálið.