Framferðin hjá Jacob Vestergaard er lívshættislig

- Málið um skipararnar á Smyrli verður lagt fyri landsstýrismálanevndina, tí tað má kannast til botns, sigur Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Tjóðveldinum

Málið um at seta skiparar á Smyrli skal leggjast fyri Landsstýrismálanevndina.

Tað staðfestir Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Tjóðveldinum.

Og tað ætlar hann sær sjálvur at syrgja fyri.

Hann sigur, at tað einasta, sum kann forða fyri, at málið verður lagt fyri landsstýrismálanevndina, er, at løgmaður tekur støðu í málinum áðrenn.

Tórbjørn Jacobsen heldur, at framferðin, sum landsstýrismaðurin hevur víst í hesum máli, er lívshættislig.

- Seinastu árini hevur tað verið eitt standandi stríð fyri at fáa politiska valdið at halda seg burturfrá at leggja seg út í, hvussu almennir stovnar verða stýrdir.

- Men kemur glið á einastaðni, er vandi fyri, at glið kemur á alla aðrastaðni.

Tórbjørn Jacobsen heldur, at eitt stórt ivamál, sum eigur at verða kannað, er, um Jacob Vestergaard hevur rætt í tí, at tað er innlendismálaráðið, sum er kærustovnur, tí tað er við hesi grundgeving, at hann hevur lagt seg út í málið.

- Men hevur Jacob Vestergaard beinleiðis lagt seg út í viðurskiftini á einum almennum stovni, er tað eitt álvarsmál.

- Sleppur hetta at ganga, er slóðað fyri, at landsstýrismenn fáa frítt slag at áleggja stovnsleiðarum, hvørji fólk, teir skulu seta í starv.

- Tí er tað ómetaliga týdningarmikið, at mørkini ikki vera brotin, men er tað hent í hesum føri, er landsstýrismaðurin farin langt út um mark, sigur næstformaðurin í Tjóðveldinum. Les eisini greinina: Eg taki hetta við mær sum eitt vánaligt upplivilsi og greinina: Ólógligt at krevja at skipararnir á Smyrli halda fram.