Ein 21 ára gamal maður varð í Føroya rætti nú seinnapartin dømdur fimm mánaða treytaða fongsulsrevsing fyri at hava framt harðskap móti politinum.
Eina náttina í august varð maðurin fluttur á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum við skaða, hann hevði fingið í fullskapi.
Men maðurin var so illur í sær, at portørarnir ringdu eftir politinum.
Tá ið politið kom og legði mannin í handjørn, spýtti hann fyrst eftir einum politisti. Løtu seinni skallaði hann ein annan politist, og seinni royndi hann aftur at skalla sama politist.
Maðurin mintist einki av nøkrum frá tí náttini. Hann segði, at tá ið hann drakk nógv efir stuttari tíð, misti hann ofta minnið.
Revsingin var so hørð, tí maðurin hevði frammanundan ein treytaðan dóm hangandi fyri grovan harðskap, og royndartíðin var ikki úti.
Ákærin vildi hava mannin inn at sita dómin beinanvegin, men maðurin vildi sleppa undan, tí hann vildi sleppa út at gera avtalu við sín arbeiðsgevara.
Dómarin helt ongan vanda vera fyri, at maðurin fór at gera tað sama aftur, og hann varð tí latin leysur.