Framburðurin er ov lítil

Ingi Olsen, sum hevur spælt í bestu føroysku hondbóltsdeildini seinastu 24 árini, heldur, at framgondin í føroyskum hondbólti hevur verið ov lítil hesi árini. Tað eru ov fáir leikarar, sum hava dirvið at royna seg uttanlands, sum er neyðugt, um landsliðið skal mennast.

 

Tað skrivar hann á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum, www.hsf.fo.

 

- Onnur ítróttarfólk fara av landinum í lestrarørindum og royna seg samstundis í sínari ítróttargrein. Hondbóltsspælarar hugna sær hinvegin í ÍF Føroyum, heldur enn at troyta møguleikan á hægri stigi, skrivar Ingi Olsen.

 

Føroyskur hondbóltur hevur somuleiðis tørv á ungum og skikkaðum venjarum.

 

- Vit skulu fáa fleiri at taka útbúgving, so vit kunnu menna hondbóltin. Tú kann koma langt við, at tú hevur royndir, men tað hevði verið betri, um fakligi parturin er í lagi, skrivar Ingi Olsen.

 

Ingi Olsen, sum hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari, hevur fyribils takkað fyri seg í føroyskum hondbólti, tí hann fer av landinum í arbeiðsørindum.