Framburður í Týsklandi

Nú gongur tað aftur tann rætta vegin í týska búskapinum.

Tey nýggjastu hagtølini vísa, at týska bruttotjóðarframleiðslan vaks 0,2 prosent í juli ársfjórðingi samanborið við úrslitið í apríl ársfjórðingi, tá hon minkaði 0,2 prosent. Týskir búskaparfrøðingar høvdu roknað við einum framburði í juli ársfjórðingi. Teir hava víst á, at útflutningurin til USA er vaksin, og at avlopið á landsins handilsjavna var heilar 14,3 milliardir evrur í september mánað. So stórt hevur avlopið á týska handilsjavnanum ongantíð verið fyrr, skrivar DPA.

Týski búskapurin er tann størsti í Evropa. Aftan á Týskland koma Frakland og Italia, og tey bæði londini fara at almannakunngera síni búskaparúrslit í triðja ársfjórðingi ein av fyrstu døgunum. Roknað verður við, at búskapurin í teimum báðum londunum hevur havt á leið sama framburð sum tann týski.